Alt landið liggur undir í kava, og tað ávirkar ferðsluna.
Landsverk boðar frá hálku kring alt landið. Eisini verður sagt frá nógvum vindi nógvastaðni.
Um middagsleitið er mesti vindurin máldur í Porkeri, upp í góðar 34 m/s. Men eisini í Sandoynni, um Gjáarskarð og við Norðskálatunnilin er vindurin máldur upp móti 30 m/s.
Hálkan er sum nevnt kring alt landið í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Vágum, Sandoy og Suðuroynni, umframt á útoyggunum.
Nýggjastu veðurmátingarnar frá Landsverki kunnu síggjast her









