Gott kavaveður hevur verið nú eina tíð, og tí hava bæði børn og vaksin hugnað sær við.
Mánadagin var framvegis sera gott kavaveður í Sandavági, og bæði børn og vaksin í dagstovninum Sóljugarði hugnaðu sær í kavanum uttan fyri. Gott er økið uttanum, og frálík brekka er at skeiða á. So rimiligt er, at har hava børnini hildið til hesar dagarnar, kavin hevur ligið.
Í sólskininum av klárum himni vóru eisini tey vaksnu, sum arbeiða í dagstovninum, vorðin sum børnini aftur og tóku ein túr á sleðuni saman við teimum smáu.










