Kavatænastan í Havnar kommunu

Veturin stendur nú fyri durum, og borgararnir gera seg til reiðar við vetrardekkum og lyktakanning.

Hans Biskopstø

valevni fyri Fólkaflokkin



Og kommunan hevur amboð til reiðar at grava við, tá ið kavin kemur. Serligur dentur verður lagdur á høvuðsgøturnar og bussleiðirnar.

Men hvat við teimum, sum eru til gongu, og hvat við síðugøtunum?

Her er nakað, sum kann gerast betri.

Ofta verður kavi grivin av koyribreytini inn á gongubreytina, fyri síðani at verða liggjandi har. Og síðugøturnar mugu ofta bíða alt ov leingi eftir at verða grivnar fyri kava.

Fyri at bøta um hetta, eigur kommunan at útvega sær fleiri smærri gravimaskinur til at rudda gongubreytir og síðugøtur. Ikki bara í miðbýnum, men eisini í útjaðaranum, tí allir borgarar hava sama rætt til at ferðast trygt.

Fólkaflokkurin fer at gera nakað við hetta málið.