Tað sigur ein embætismaður frá sjóverjuni við tíðindastovuna AFP.
Hetta merkir, at seks av seks saknaðum persónum eru funnir deyðir, eftir at skipið kom í ring ódnarveður og sakk mánadagin.
Í gjár varð tóku bjargingarfólk eitt fimta lík úr vrakinum. Sambært einum leiðandi italskum embætismanni var talan um bretska tøknihandilsmannin Mike Lynch.
Í dag leitaðu bjargingarfólk eftir 18 ára gomlu dóttrini hjá Mike Lynch, sum var tann seinasta, sum varð horvin.
Tímarnar eftir, at seglbáturin sakk, varð kokkurin á skipinum, Recaldo Thomas, funnin deyður.
22 fólk vóru umborð á seglbátinum, tá hann sakk. 15 vórðu bjargaðir úr sjónum á lívi.
/ritzau/