Roknskapurin hjá Kaupthing fyri fyrra hálvár í ár er gjørdur, og hann vísir eitt avlop á 438.000 krónur. Hetta metir felagið vera nøktandi.
Í tíðindaskrivi sigur Kaupthing, at tað hevur verið kostnaðarmikið at fara undir virksemi í Føroyum, og tí er tað óvæntað, at raksturin longur vísir eitt avlop. Felagið væntar, at seinna hálvár fer at roynast betur enn fyrra.
Kaupthing Føroyar fekk loyvi frá danska fíggjareftirlitinum at reka virðisbrævameklaravirksemi hin 28. februar 2001, so roknskapurin fyri farna hálvár vísir í veruleikanum raksturin frá 1. mars 2001 til 30. juni.
Úrslitið av fíggjarpostum gjørdist nærum fýra milliónir krónur, meðan útreiðslur til starvsfólk og umsiting vóru 3,4 milliónir krónur.
Kaupthing Føroyar hevði hin 30. juni í ár eina eginogn uppá 10,7 milliónir krónur.