Kaupthing kollveltir rentuna

Kaupthing Banki bjóðar nú føroyskum spararum, stórum sum smáum, hægri innlánsrentu – 3 og 4% - uttan uppsøgn

Setir tú ein túsundkrónuseðil í Kaupthing Banka, so fært tú 3% í innlánsrentu uttan uppsøgn. Hetta er munandi betur enn tað, sum føroyingar hava verið vanir við seianstu tíðina. Um tú setir eina millión krónur ella meira í bankan, so fært tú 4% í rentu – eisini uttan uppsøgn.
Síðani 1. januar í ár hevur Kaupthing Banki virkað sum vanligur banki í Føroyum. Felagið byrjaði annars sum virðisbrævameklarafelag 1. mars í 2000.
- Okkara mál er at vera ein týðandi peningastovnur á føroyska marknaðinum. Vit hava higartil veitt føroysku vinnuni út við 1,5 milliardir krónur í lánum, sigur Petur S. Holm, stjóri í Kaupthing í Føroyum. Av samlaða marknaðinum er hetta millum 20-25%.
- Innlánsrentan í Føroyum hevur leingi verið lítil og eingin. Kaupthing bjóðar privatum og vinnuligum kundum eina høga rentu, sum næstan er á hædd við marknaðarrentuna - og hetta er ein munandi hægri renta enn tað, sum kundar eru vanir við í Føroyum, sigur Petur S. Holm.
Í Kaupthing siga tey, at í løtuni er millum fólk ein rættiliga stór uppsparing, sum ikki er bundin. Tey fáa vanliga sera lága innlánsrentu, gjarna 0,1%, soleiðis at inniognin stendur í stað heldur enn at vaksa.
- Við hesum leggur Kaupthing Bank seg á odda í at fylgja gongdini uttanlands, har tað verður alt meira vanligt at bjóða kundum góða innlánsrentu, sigur Petur S. Holm.
Hjá Kaupthing Banka í Føroyum starvast nú 26 fólk.