Kaupthing fíggjar nú Fiskavirking

Teir báðir stóru føroysku peningastovnarnir, Føroya Banki og Føroya Sparikassi, hava fingið ein harðan kappingarneyta í Kaupthing. Íslendska íløgufelagið hevur millum annað yvirtikið alt fíggingarvirksemi hjá Fiskavirking, sum áður hevur verið í Føroya Banka.

Tað kemur dátt við hjá Føroya Banka, at Føroya Fiskavirking valdi at flyta alt virksemi sítt í bankanum til kappingarneytarnar í Kaupthing, sama dag sum Jørn Astrup Hansen fór frá sum stjóri í bankanum. Talan er ivaleyst um størsta einstaka kundan á føroyska marknaðinum, sum nú hevur vent Føroya Banka bakið.

Kapping er harðnað
Nevndarformaðurin í Føroya Fiskavirking, Óli Hansen, váttar, at Fiskavirking hevur flutt sítt fíggjarvirksemi úr Føroya Banka í Kaupthing:
- Tað er rætt, at vit hava flutt alt virksemi til Kaupthing, men annars havi eg ikki tær stóru viðmerkingarnar til málið. Vit meta, at talan er um innanhýsis viðurskifti millum okkum og veitarar hjá okkum, ið ikki eru almenn, sigur Óli Hansen.
Føroya Fiskavirking hevur havt nærum alt fíggjarvirksemi hjá sær í Føroya Banka. Havandi í huga at samlaða søluvirði hjá Føroya Fiskavirking og fyrrverandi Føroya Fiskasølu í fjør var nærum 900 milliónir krónur, er talan um ein sera stóran miss hjá Føroya Banka, sum nú av álvara er farin at merkja kappingina frá íslendska íløgufelagnum.

Ongar alarmklokkur
Jóhan Páll Joensen, nevndarformaður í Føroya Banka, hevur ikki hug til at gera stórvegis viðmerkingar til, at bankin nú hevur mist Føroya Fiskavirking sum kunda.
- Vit kunnu bara staðfesta, at kappingin er harðnað nógv, og vit noyðast at stríðast fyri at verja okkara marknaðarpart, sigur Jóhan Páll Joensen.
Røddir vilja verða við, at ein av orsøkunum til, at bankin hevur mist Fiskavirking, er tann, at Jørn Astrup Hansen er farin frá sum stjóri. Spurdur um nevndin í Føroya Banka hevur ætlanir um at seta ein nýggjan stjóra afturat Janusi Petersen, sigur Jóhan Páll Joensen:
- Fyribils hava vit ongar ætlanir um at seta ein stjóra afturat, men sjálvsagt kann eg ikki siga, at tað framyvir bert verður tann eini forstjórin, sigur nevndarformaðurin í Føroya Banka.
Jóhan Páll Joensen sigur, at hóast bankin hevur mist sín størsta kunda, so er tað ikki nakað, sum fær alarmklokkurnar at ringja í bankanum:
- Kappingin er hørð, men tað er eingin panikkur í bankanum, sigur Jóhan Páll Joensen.
Tað ljóðar eisini, at fleiri aðrar stórar vinnufyritøkur hava vent bankanum bakið, men tað sigur nevndarformaðurin seg einki kenna til. Jóhan Páll Joensen sigur tó, at um so er, at bankin er við at missa fleiri stórar kundar, so er tað nakað, ið nevndin í bankanum fer at viðgerða í næstum.