Hóast hon hevur fingið stóra kapping frá Pink, er stakfløgan hjá Katy Perry ?I Kissed a Girl? framvegis tann mest selda í Evropa.
Pink er á 2. plássi á listanum við ?So What?, Pussycat Dolls liggja nr. 3 á listanum við ?When I Grow Up?, norska duoin Madcon er nr. 4 við ?Beggin?? og Coldplay avrunda listan á 5. plássinum við ?Viva la vida?.
Á albumlistanum liggja Metallica sum nr. 1 fyri fjóðru viku á rað við ?Death Magnetic?, hóast Kings of Leons fylgja beint í hølunum á teimum við ?Only By the Night?.










