Kambsdalur:
Reidar Klein sigur, at tá hann sá viðmerkingina hjá Almannastovuni í blaðnum dagin eftir, at greinin hevði verið í, ringdi hann til Almannastovuna og bað um eina frágreiðing.
- Tað var serliga orðingin í læknaváttanini, sum gjørdi sítt til, at støðan var, sum hon var. Á Almannastovuni tulkaðu tey orðingina: "tað er tí best at mamman er heima hjá dronginum" sum at Katy sjálv ynskti at vera heima, uttan at tað bleiv mett at vera alneyðugt. Og tað hongdi Almannastovan seg so í, meðan eg hongdi meg í, at tað stóð at drongurin MÁ hava hjálp, greiðir Reidar frá.
Hetta førdi so ein tvídrátt við sær millum Reidar og stjóran á Almannastovuni, sum tosaðu longi í telefon hendan dagin.
Eftir kjak aftur og fram millum tey bæði, har Reidar stóð við sítt, endaði tað so við, at stjórin á Almannastovuni segði, at um tey sendu øll skjølini aftur til Havnar, so skuldi hon lata málið upp aftur og viðgera tað av nýggjum.
Og tað gav úrslit.
Tað gjørdist greitt enn einaferð, at Katy leyk ikki treytirnar fyri at koma undir dagpeningalógina, men at hon haraftur ímóti kundi koma inn undir eina aðra lóg, sum gevur henni 100 % aftur fyri mista inntøku, meðan hon var heima hjá beinbrotna soninum. Hetta tí, at drongurin var óhjálpin í so langa tíð.
Reidar leggur her aftur at, at tað vísti seg eisini, at Almannastovan av fyrstan tíð ikki hevði fingið teir røttu og neyðugu upplýsningarnar um málið, og tað gjørdi ivaleyst sítt til, at tað bleiv noktað teimum pengar av fyrstan tíð.
- Men tað er eisini uppgávan hjá Almannastovuni sjálvari at syrgja fyri, at tey hava teir røttu og neyðugu upplýsningarnar, soleiðis at eitt mál kann viðgerast á ein rættvísan hátt, sigur Reidar Klein av Kambsdali.
Fílist á skipanina
- Vit fegnast sjálvandi um hetta, tí tað vísir, at tað loysir seg at hanga í, sigur Reidar, sum leggur eina við, at tað var ikki Almannastovan, sum var orsøkin til, at tað kom øði í tey av fyrsta sinni, men heldur orðingin í svarinum frá Kærustovninum, sum segði, "at tað ikki var mett at standa heilsuskaði av, at tygum eru burtur frá einum 8 ? 9 ára gomlum seingjarliggjandi barni 5 ? 6 tímar um dagin."
Reidar og Katy halda, at tað er ov galið, at tey noyddust at fara í bløðini fyri at fáa tað, sum tey høvdu rætt til.
- Tað vísir bara, hvussu tað almenna virkar her í Føroyum. Tað er ov galið. Ein eigur ikki at vera noyddur at stríðast fyri slíkum, heldur Reidar, sum at enda sigur, at um tað ikki var fyri viðmerkingina hjá stjóranum á Almannastovuni til málið í Sosialinum, so hevði hann ikki havt ringt aftur til Almannastovuna, og so hevði málið ivaleyst hingið í leysari luft enn.











