Komandi fríggjakvøld 14. november verður Katrina Petersen og bólkur hennara at hoyra í Tórskjallaranum. Katrina er væl kend í Føroyum og hon hevur dagligu gongd sína innan tónleikalívið sum lærari á ymiskum tónleikaskúlum her á landi.
Tað er ein sonn frøði at hoyra Katrinu frambera bulgarskan eins og svenskan fólkatónleik.
Umframt Katrinu Petersens Band, verða eisini aðrir tónleikarar at hoyra fríggjakvøldið.
Konsertin byrjar kl. 22.
Tað er Havnar Djassfelag, ið skipar fyri konsertini.