Katrina skal arbeiða hjá læknanum í Fuglafirði

Hin 1. mars byrjaði Katrina Clementsen at arbeiða hjá læknanum í Fuglafirði, og her verður hon fram til hin 31. august.

 

Læknin í Fuglafirði boðar á Facebook-síðuni hjá Fuglafjarðar kommunu í dag frá, at hin 1. mars byrjaði Katrina Clementsen á læknamiðstøðini. 

- Katrina Clementsen er lækni og hevur royndir bæði á sjúkrahúsi og hjá kommunulæknum.

Katrina Clementsen skal verða kommunulækni, og tað er í hesum sambandi, at hon nú starvast saman við læknanum í Fuglafirði fram til hin 31. august.

Hesum boðar kommunulæknin í Fuglafirði frá í dag.