Nú um vikuskiftið hevur Katrin Wardum málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.
Myndirnar hjá Katrini eru í stóran mun stemningsmyndir. Talan er um bæði vatnlitsmyndir og akrylmálningar, har føroyska landslagið og søgur millum fólk seta sín serliga dám á myndevnini.
Katrin Wardum hevur málað alt sítt lív, og hon hevur verið á fleiri skeiðum í Føroyum og uttanlands.
Listaframsýningin hjá Katrini Wardum letur upp fríggjadagin klokkan 16 og tað er opið til klokkan 20 og tað sama er leygardagin.Sunnudagin er opið frá klokkan 17-20 og mánadagin og týsdagin frá klokkan 16-20.