Filmurin ?Eingin kann gera tað perfekta? eftir Katrin Óttarsdóttir verður sýndur í Sjónleikarhúsinum í komandi viku Nýggi filmurin, ?Eingin kann gera tað perfekta?, um myndahøggaran Hans Paula Olsen, er tann fyrsti av trimum listafólkaportrettum hjá Katrini Ottarsdóttir.
Filmurin um kenda føroyska listamannin verður sýndur í Sjónleikarhúsinum hesar tíðir: mánakvøldið 25. februar kl. 20 ? frumsýning, týskvøldið 26. februar kl. 20, mikukvøldið 27. februar kl. 20 og hóskvøldið 28. februar kl.20.
Í Sosialinum í kvøld hevur blaðkvinnan Anna V. Ellingsgaard prát við filmskvinnuna, sum hevur sett sær fyri, at vita, um tað ber til at finna inn til onki minni enn sjálva skapanartrongdina hjá einum listafólki.
Atgongumerki til filmin kunnu bíleggjast við at ringja til tlf. 311132.
Katrin Ottarsdóttir og Hans Pauli Olsen verða til staðar til frumsýningina, so til ber at fáa orð á tey um filmin aftaná.









