Klokkan 11 prátar Rás2 við filmskvinnuna Katrin Ottarsdóttir og myndahøggarin Hans Paula Olsen um nýggja filmin ?Eingin kann gera tað perfekta?
Í sambandi við at filmurin ?Eingin kann gera tað perfekta? verður frumsýndur í Havn í kvøld, prátar Anna V. Ellingsgaard, tíðindakvinna, við tey bæði Katrin Ottarsdóttir og Hans Pauli Olsen á Rás2 klokkan 11 nú fyrrapartin.
Millum annað fer Katrin Ottarsdóttir at greiða frá, hví hon valdi at hava myndahøggaran Hans Paula Olsen sum høvuðspersón í sínum fyrsta portretti av føroysku listafólkum.
Eisini hoyra vit Hans Paula Olsen fortelja, hví hann ivaðist í, um hann vildi vera við í einum slíkum filmi ? og hvussu tað so var, at hava filmskvinnuna gangandi í hølunum á sær í út við eitt ár.









