Í november fáa øll sandoyggjafólk, sum fáast við matvøru av einhvørjum slag, møguleika at bjóða seg fram.
Tað verður gjørt á serligari ráðstevnu um matvøru, sum verður hildin í Deplinum í Skálavík 8. november.
– Endamálið er at fáa lønsemi í at framleiða matvøru. Ráðstevnan er fyri øll fólk í Sandoynni, sum á ein hvønn hátt framleiða matvøru úr føroysku rávøruni, sigur Katrin Petersen.
Verkætlanarleiðarin fyri Vakstrarætlanina Sandoy vil á henda hátt varpa ljós á hesa framleiðslu, ið møguliga kann gerast ein vinnuvegur hjá fólki í Sandoynni.
At hjálpa sær hevur hon fingið kenda kokkin Leif Sørensen og Johan Mortensen, íverksetara og matentusiast.
– Tað er mín greiða fatan, at fólk eru áhugað í føroyskari framleiðslu. Ráðstevnan er tí eitt gylt høvi at vísa tað fram, sum Sandoyggin hevur at bjóða, sigur Katrin Petersen.
Hin parturin av ráðstevnuni er at fáa keyparar til vørurnar, ið sandoyggjafólk hava at bjóða. Verkætlanarleiðari er tí farin undir eitt ítøkiligt arbeiði at fáa umboð fyri matstovur, handlar og aðrar keyparar við á ráðstevnuna.
– Ráðstevnan skal vera praktisk og ítøkilig. Tað skal bera til at síggja vørurnar, ið fólk hava at bjóða fram, og vónandi kann onkur fáa lønsemi burturúr, sigur Katrin Petersen.
Tað er Vakstrarætlanin Sandoy, ið skipar fyri matvøruráðstevnuni í Deplinum í Skálavík 8. november. Sambært verkætlanarleiðaranum er áhugin stórur.