Katrin Holm 60 ár

Leygardagin 21. januar gjørdist Katrin Holm í Havn 60 ára gomul.

Føðingardagin helt hon í Barcelona, har hon var á dómaraskeiði í estetiskum
fimleiki fyri Fimleikasamband Føroya. Dagin eftir var hon millum
áskoðararnar á Camp Nou til dystin millum Barcelona og Alaves. Einki løgið í
hesum - tí ítróttinum hevur Katrin altíð víst stóran ans, og man hon eisini
eiga mong sporini bæði í Gundadali og úti á Stórheyggi.

Katrin varð fødd og vaks upp í Skálum í Hvalba. Foreldrini vóru Betta og
Niels Pauli Holm, vanliga nevndur Palliba. Systkinaflokkurin taldi 6, har Katrin var tann
elsta. Palliba sigldi sum 1. stýrimaður við ymiskum donskum reiðaríum,
meðan Betta tók sær av børnunum. Sum 16 ára gomul flutti Katrin til Havnar
at arbeiða. Fyrst sum kassadama hjá P.A. Restorff og síðani í
Samvinnufelagnum.

Í Havn møtti hon ítróttarúrmælinginum Tórður Holm, sum hon giftist við í
1964. Saman fingu tey børnini Ingilín, Borgarhjørt og Hall. Ingilín starvast
sum fysioterapeutur hjá Stimbur. Hon er gift við við Jákup Símuni Simonsen
úr Hoyvík, og eiga tey døturnar Karin og Elisabeth. Borgarhjørt býr í Ribe,
har hon er lærari. Hon er gift við Carsten Lund, og hava tey tríggjar
døtur - Maria, Catharina og Anna Tóra. Hallur er bókhaldari hjá Norðbil.
Hann býr í Streymnesi saman við Jensinu Magnussen. Tey eiga tveir dreingir -
Steingrímur og Fríði.

Katrin gekk, sum flest allar aðrar kvinnur tá, heima hjá børnunum. Seinni
bleiv hon vikarur í Nonnuskúlanum, har hon fyri tað mesta undirvísti í
fimleiki. Nøkur ár var hon eisini fast í forskúlanum hjá Nonnunum. Í 1986
fekk hon fast starv í umsitingini hjá Tórshavnar Kommunu.

Hesi árini Katrin hevur verið hjá kommununi, hevur mangan verið sera torført
at fáa ansingarpláss til børnini. Her var Katrin - áðrenn Snarskivan var
sjósett - sum pláss-ávísari andlit kommununnar úteftir, og mangt glepsið man
hon eisini hava fingið frá ørkymlaðum havnarfólki. Seinnu árini hevur Katrin livað saman við Jens Mariusi Poulsen í Havn.