Katrin Dahl Jakobsen og Fólkaflokkurin

Tað er ikki altíð líka hugaligt at fylgja við í politiska orðaskiftinum í Føroyum. Ikki minst seinastu tvey árini, nú tingið er valt eftir eini “kommunuvalskipan” hevur tað víst seg, at tingmenn (og landsstýrismenn) tala hvør í sína ætt. Ringt er at skilja ímillum, hvør ið situr í stjórnarmeiriluta, og hvør ið situr í andstøðu.

Nú um dagarnar sá eg eina viðtalu í Sosialinum við Katrin Dahl Jakobsen, javnaðarkvinnu, sum eisini er formaður í Løgtingsins vinnunevnd. Hon hevði funnið útav, at týðandi partur av trupulleikunum í Føroyum kom av eini skandalu. Og skandalan var tann, at Fólkaflokkurin í nærum út í eitt hevði umsitið fiskivinnupolitikkin seinastu tjúgu árini.

Nú havi eg ikki luttikið í føroyskum politikki seinastu 15-16 árini, men eftir førimuni havi eg roynt at fylgt við, og tað ber væl til við nútímans tøkni, sjálvt um eg fysiskt havi búð uttanlands í eini 5-6 ár. Eg skal koma eitt sindur inn á hennara útsagnir um “skandaluna” og um tað, hon heldur vera trupulleikin í fiskivinnupoltikkinum, men fyrst fari at siga nakað um, hvønn lut ymisku flokkarnir hava havt á førda politikkin seinastu tjúgu árini. Fyrst havi eg kannað, hvør hevur umsitið landsstýrisøkið fiskivinnumál seinastu 20 árini.

Fara vit 21 ár aftur í tíðina kunnu vit byrja í 1989 og síðani nevna røðina av fiskivinnuráðharrum upp til í dag:

Januar – juni 1989 Anfinn Kallsberg, Fólkafl.
Juni 1989 – jan. 1991 Jógvan I. Olsen, Sambandsfl.
Jan. 1991 – apríl 1993 John Petersen, Fólkafl.
Apríl 1993 – sept. 1994 Thomas Arabo, Javnaðarfl.
Sept. 1994 – juni 1996 Ivan Johannesen, Sambandsfl.
Juni 1996 – des. 1998 John Petersen, Fólkafl.
Des. 1998 – febr. 2003 Jørgen Niclasen, Fólkafl.
Febr. 2003 – febr. 2004 Jacob Vestergaard, Fólkafl.
Febr. 2004 - febr. 2008 Bjørn Kalsø, Sambandsfl.
Febr. 2008 – sept. 2008 Torbjørn Jacobsen, Tjóðvfl.
Sept. 2008 - Jacob Vestergaard, Fólkafl.

Sostatt hevur Fólkaflokkurin umsitið fiskivinnumál í um leið 11 ár, meðan Sambandsflokkurin hevur gjørt tað í um leið sjey eitt hálvt ár og Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkuri í ávikavist 1½ og ½ ár. Rætt er , at Fólkaflokkurin hevur havt hetta málsøki í ca. helminginum av tíðarskeiðinum uppá 21 ár. Men harfrá og so at siga, at flokkurin í nærum út í eitt hevur umsitið málsøkið, er at lúgva næstan helvtina. Leggjast skal afturat, at Fólkaflokkurin ikki hevur verið í samgongu alla tíðina tey seinastu 20 árini, men annars hava allir flokkar meira og minni verið í samgongu hesi 20-21 árini. Leggjast skal afturat, at tey 4 árini undan 1989 hevði Javnaðarflokkurin fiskivinnumál, tá Atli Dam umsat málsøki.

Hvar er skandalan?
Men so er at leita eftir skandaluni. Eitt slíkt heiti er jú ógvisligt. Hava teir ymisku fiskimálaráðharrarnir forbrotið seg og harvið oyðilagt alla ta føroysku fiskivinnuna? Ikki eri eg vitandi um nakað brotsverk. Gott nokk fór ein fiskimálaráðharri frá í ótíð, men tá var orsøkin meira politisk opportunisma. Hinvegin veit eg, at í 1989 byrjaðu vit at umleggja fiskivinnupoltikkin rættiliga radikalt. Øll skipanin við studningsveitan var niðurlagað yvir eitt rættiliga stutt tíðarskeið, og sum frá leið kom nýggj lóggáva um vinnuligan fiskiskap.Uttan at minnast tað heilt nágreiniligt meini eg eisini, at bøtt er um hesa lóggávu við tíðini. Harafturat hava vit fingið eina fiskidagaskipan fyri heimafiskiskapin. Eina skipan sum flest øll meta at vera betur enn tann meiri kenda kvotaskipanin.Fiskidagaskipanin verður eisini viðgjørd á hvørjum ári og neyðugar justeringar gjørdar. Møguliga áttu hesar justeringar at veri nakað neyvari, men eftir míni uppfatan hevur eingin útloyst nakra skandalu.

So vítt eg kann meta er orsøkin til útsagnirnar hjá Katrin Dahl Jacobsen tann, at nakrir bretskir keyparar nokta at keypa føroysk hýsuproduktir, tí veiðan ikki skal vera burðardygg.. Hetta er í fyrsta umfari ikki ein politiskur spurningur, tí politiskt verður hon mett burðardygg, men ein spurningur millum keyparar og seljarar. Tí heldur eingin skandala.

Hinvegin eigur politiski myndugleikin, sum hevur lóggivið um fiskiskapin, at hjálpa vinnuni (seljarunum) at greiða keyparunum frá tí burðardygga í skipanini. Her kemur Katrin so inn á høvuðsmeinbogan í skipanini, nevniliga ICES og Havstovuna. Ikki so at skilja, at hetta nýtist at vera ein meinbogi, men soleiðis sum hon setir málið upp, so sigur hon beinleiðis, at Havstovan og fiskifrøðin hevur allan definitiónsrættin. Og í staðin fyri fiskifrøðina skal politiska skipanin bara “makka rætt”. At hon so eitt sindur seinri mótsigur sær sjálvum og heldur, at tað heldur ikki ber til at gevast at fiska nakað sum helst, er ein onnur søk.

So leingi sum politiska skipanin og vinnan og Havstovan ikki tala sama mál koma vit at hava trupulleikar. Men tað hjálpir einki, at Havstovan er ein statur í statinum og skal vera eina avgerandi fyri fiskiskapin uttan at sita við øllum sannleikanum. Tað finst nevniliga nógv tilfar, sum aðrir hava, sum lýsir í øllum førum ein part av sannleikanum. Tá Havstovan so við síni “betrivitan” greiðir ICES frá sínum sjónarmiðum og hesi koma sum tilmæli frá ICES fara umhvørvisfelagsskapir og útlendskir keyparar í gongd við at “blacklista” føroyskar vørur.

Neyðugt er tí, at nógv betur dialogur verður millum Havstovuna, vinnuna og politisku skipanina um veiðuproblematikkin. Eitt samskifti har allir lurta eftir øllum og alt tilfar og øll vitan verður brúkt. Samstundis má Havstovan gera sær greitt, at um stuttskygd (og møguliga skeiv) vísindalig ráðgeving verður gjørd til eitt tilmæli, sum fer um allan heimin, so kann tað enda við eini ólukku.

Fiskivinnureformur
Nú verður nógv tosað um ein komandi fiskivinnureform, tí fari eg at loyva mær, nú eg kortini eri farin í telduna, at seta ein fyrispurning til Kaj Leo Johannesen, løgmann.

Tað hevur ikki verið nógv ítøkiligt um ein slíkan reform, men Høgni Hoydal hevur upp í saman tosað og skriva um tilfeingisgjald og tilfeingisbúð. Men nú ein dagin sá eg, at løgmaður eisini er farin at tala um tilfeingisgjald, sum nakað, sum bæði skal bjarga fiskivinnuni og landskassanum. Spurningur mín til løgmann er tí:

Hvør skal gjalda eitt tilfeingisgjald?
Hvussu mikið skal eitt slíkt gjald kosta?
Skal landskassin hava hesar inntøkur, og hvussu stórar verða tær mettar at verða?
Um tað snýr seg um stórar upphæddir, hjápir tað so vinnuni fíggjarliga at bera hesi avgjøld?
Um tað ikki snýr seg um stórar upphæddir, loysir tað seg so at skipa fyri slíkum gjøldum?

Tað hevði verið gott at fingi hetta avklárað, tí tað er jú búskaparligan og vinnuligan vøkstur føroyska samfelagið hevur fyri neyðuni.


26.02.2010