Fyrr í dag vunnu Fleyr-kvinnur 3-0 á SÍ vesturi í Sørvági í einum dysti í meistaradeildini í flogbólti.
Settmunurin var 25-20, 25-20 og 29-27.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi beinleiðis á Rás2 aftaná dystin, har hann prátaði við Katlu Henriksen hjá SÍ.
Katla Henriksen heldur, at hon og liðfelagarnir gjørdu alt hvat tær kundu, ikki minst í tí triðja settinum, sum koppaði til Fleyr.