-Við sínum einastandandi evnum gleddi Katharine Hepburn áskoðararnar í meiri enn seksti ár. Hon var ein vitug og fjølbroytt kvinna, og vit fara at minnast hana sum nakað serstakt í okkara listarheimi, stóð í einari kunngerð frá Hvítu Húsunum í Washington, tá deyðboðini av gomlu filmskvinnuni vóru komin.
Katharine Hepburn vann sín fyrsta Oscar sum besti kvinnuligi leikarin í filminum "Morning Glory" longu í 1933. Tríggjar ferðir afturat fekk hon ta fremstu virðislønina í filmsheiminum, í 1967 fyri sín leiklut í filminum "Guess Who's Coming to Dinner", í 1968 fyri filmin "The Lion in Winter", og sín seinasta Oscar fekk hon í 1981 fyri leiklutin í filminum "On Golden Pond".
Í sínari longu tíð í filmsheiminum spældi hon saman við nøkrum av teimum best kendu stjørnunum so sum James Stewart, Humphrey Bogart, Spencer Tracy, Gary Grant, John Wayne og Henry Fonda.
Katharine Hepburn giftist í 1920-unum, men seks ár seinni sleit hon hjúnarbandið. Hon átti eingi børn.










