Tað latínska orðið fyri synd er «crimina», og kynsligur ágangur er bæði synd og brotsverk. Tann katólska kirkjan setir stór krøv til sínar prestar um eitt nú reinleika, men av náttúru eru vit øll líka. Tað er eitt vónbrot, men kemur kortini ikki óvart á, at eisini prestar eru syndarar. Ágangur ímóti børnum er tað ringasta, og serliga tá tann, sum fremur ágangin, hevur fingið barnið litið upp í hendurnar. Teir seku ábyrgjast persónliga og skulu hava sína revsing, bæði hesumegin og hinumegin. Men biskupar, sum flyta slíkar brotsmenn í onnur størv, eru eisini sekir. At tað kortini er hent vísir, at tað hevur verið havt størri týdning at verja illgerðarmannin heldur enn offur hansara. Biskuparnir hava ofta flutt prestar, sum hava havt kynsligt samband hóast teirra sølibat, men tað syndarliga er, at fleiri biskupar hava nýtt sama framferðarhátt, tá prestar hava gjørt seg sekar í kynsligum ágangi. Harafturat er tað ein sannroynd, at tílík revsing hevur sjáldan havt nakran bata við sær. At hetta eisini er pávans uppfatan sæst týðiliga í brævi hansara til tað írska fólkið.
Pávin
Men hvat við pávanum sjálvum? Eg dugi ikki at siga, hvussu hann gjørdi, tá hann var biskupur í München, men í Rom hevu hann sitið við tí evsta valdinum í júst slíkum málum. Sum Ratzinger kardinalur stóð hann á odda fyri tí máttmikla ráðnum, sum fekk ábyrgdina av at kanna og viðgera øll tey mongu málini um kynsligan ágang í katólsku kirkjuni í USA. Tað var eisini hetta ráðið, sum fekk í lag eina skipan, sum gevur kirkjuni heimild til at koyra prestar úr starvið, um teir eru undir illgruna fyri kynslig brotsverk. Við Ratzinger kardinali sum leiðara fekk ráðið kirkjuna at góðtaka, at ráðið skal kunnast um hvørt einstakt mál, so skjótt illgruni er um ágang.
Miðlarnir og kirkjan
Men hví hevur Vatikanið dugað so illa at handfara fjølmiðlarnar í orðaskiftinum um tann kynsliga ágangin innan kirkjudyr? Tað tykist, sum at kurian - hóvið - í Vatikaninum hevur ikki evni ella førleika til at samskifta við fjølmiðlarnar og teirra hugsunarhátt. Kirkjan liggur ofta sjóvarfallið av sær, fer ofta í verjustøðu og er skjót at leggja fjølmiðlarnar og onnur undir ágang. Á páskum hevði pávin ein møguleika at siga okkurt í teirri siðbundnu prædikuni, men tað gjørdi hann ikki. Ístaðin fyri lat hann kardinalin Sodano sleppa at lýsa alt sum eina herferð ímóti kirkjuni. Aftaná fevddi pávin kardinalin. Tað skal hann sambært siðvenjuni, men hesaferð kendist tað, sum at pávin var serliga fegin um hesa siðvenjuna.
Snævurskygni
Tann katólska kirkjan hevur onga siðvenju, hvat opinleika viðvíkur, og starvsfólkamál eru sum vera man loynilig. Men leiðslan í Vatikaninum hevur tann trupulleika, at hon hon uppfatar seg sjálva sum tað týdningarmesta, og at heimurin er eitt annað stað.
-Men eins og Jesus tváðaði føtur apostlanna skulu kirkjunnar leiðarar tæna øllum øðrum, og tí eru tað heimurin uttanfyri og leikfólkið, sum eru tað týdningarmikla og ikki hóvið í Vatikaninum. Sum eg fleiri ferðir havi sagt í Vatikaninum: -Tað er ikki ein trupulleiki fyri heimin, um tit ikki leggja í at samskifta við hann. Tað er harafturímóti ein trupulleiki fyri tykkum!
Pávin sjálvur tykist ikki skilja hugsunarháttin hjá fjølmiðlunum, og tað er heldur ikki líkt til, at hann leggur stórvegis í at skilja miðlarnar. Hann er ein sera dugnaligur guðfrøðingur og harafturat gløggur, men hevur ta uppfatan, at tað finnast bara torskild svar upp á torskildar spurningar, sum hann sjálvur hevur sagt um fjølmiðlarnar einaferð. Hesi torskildu svarini síggjast eisini í brævinum frá pávanum til tað írska fólkið, og tað heldur pávin eftir øllum at døma vera betur enn at siga nøkur væl vald orð í páskaprædikuni, tá allur heimurin lurtar. Men tann møguleikin fór!
Napoleon keisari, sum setti pávan í varðhald og fór við kirkjuni, sum honum lysti, segði einaferð við ein kardinal:
-Eminense, vita tygum ikki, at eg havi vald til at oyðileggja kirkjuna.
-Jú, svaraði kardinalurin, men tað hava vit sjálvir roynt í 1800 ár, men til fánýtis!