Kastrup byggir út fyri hálva milliard

Altjóða flogvøllurin í Keypmannahavn skal hava pláss fyri 6,6 milliónum ferðafólk afturat árliga, og tí verður flogvøllurin í løtuni bygdur út fyri meira enn hálva milliard krónur.

Flogvøllurin skal hava pláss til fleiri flogfør, sum millumlenda á longri flogferðum, og tí verður viðførisskipanin bygd út, og nýtt innskrivingarøki verður gjørt.

Útbyggingin byrjaði í oktober og skal verða liðug í summar. Við útbyggingini vónar flogvøllurin í Kastrup at fáa 30 milliónir ferðafólk um vøllin árliga.