Fyrireikingar
Í løtuni verður skipa fyri einari kapping í hvørjari kastigrein um vikuna, og úrslitið kom longu í fyrstu kapping tá Heini Hátún tók 8 ára gamla metið í Kúlustoyt hjá Hera Ziska. Heini stoytti kúluna út á 13,38 m, og er tað 18 cm longur enn gamla metið hjá Hera. Heri setti sítt met í finaluni á oyggjaleikunum á Jersey í 1997. Tá rakk tað til eitt bronsumerki, so stuttligt verður at síggja, hvussu langt Heini kemur hesaferð. Serliga tá hugsa verður um, at hann til upphiting stoytti kúluna út á 13,68 m, hetta telur tó ikki við tí tað var uttanfyri kappingina.
Randi Kúrberg hevur higartil í ár betra um sítt persónliga met í hamarkasti við ikki minni enn 3,78 m, soleiðis at tað nú er 33,79 m, og bara lítlan metur aftanfyri føroyska metið hjá Ingibjørg Poulsen. Í spjótkasti er Randi stabil omanfyri 30 m, og er longsta kast í kapping higartil í ár 31,00 m. Tað er meir enn ein metur longur, enn hon kastaði á seinastu oyggjaleikum, tá hon gjørdist nummar 8.
Rógvi Højgaard hevur eisini sett persónligt met í spjótkasti við 47,93 m, og venjingin bendur á, at har er meir í væntu.
Hjá Hera Ziska gongur í løtuni meira striltið við at fáa góð úrslit í løtuni, men tað er ikki eitt ókent fyribrigdi. Tað er ofta so, at hann kastar í styttra lagi áðrenn oyggjaleikir, fyri síðan at kasta væl á leikunum. Seinastu tveir leikirnar hevur hann sostatt kasta góðar 2 m longur á leikunum, enn hann hevur gjørt til venjing undan leikunum, og um tað er aftur hesaferð, so verður hann enn einaferð við í stríðnum um heiðursmerkini.










