Á ólavsøku verður møguligt at royna seg í eini heldur annarleiðis kapping. Talan er um kapping í fartelefonkasti.
Hetta er annað árið á rað at skipað verður fyri FM í fartelefonkasti á Tórsbreyt.
Kappast verður í bólkunum einstaklingar kvinnur, einstaklingar menn, kvinnulið og mannfólkalið.
Tey trý, ið kasta fartelefonina longst, fáa heiðursmerki.
Metið hjá monnum hevur Rógvi Højgaard, sum til kappingina í fjør kastaði fartelefonina 77,03 metrar. Hjá kvinnum er tað Helena Svabo Ziska, ið hevur metið, tí hennara fartelefonkast var 19,50 metrar.
Luttakararnir kasta við fartelefonum, sum fyriskipararnir hava til endamálið.
Tað er Hvirlan, ið skipar fyri FM í fartelefonkasti tann 28. juli klokkan 15.30.
.