Kassamiðstøðin til Toftir

Kassamiðstøðin, ið veitir øllum skipum og virkjum í landinum fiskakassar, flytir í næstum høvuðsvirksemi sítt til Toftir. Hetta skal betra tænastuna munandi

Kassamiðstøðin er einasti veitarin í landinum av øllum sløgum av køssum til feskan fisk til alla fiskivinnuna. Miðstøðin hevur goymslubygningar í Hvalvík, í Runavík, í Klaksvík, á Sandi og á Tvøroyri. Hetta tryggjar øllum fiskiskipum og fiskavirkjum kassar í einari skjótari vending, tá teimum nýtist teir.

Høvðusuppgávan hjá Kassamiðstøðini er alla tíðina at eiga kassar á goymslu, so teir kunnu fáast til vega, tá brúk er fyri teimum. Skipanin kann samanlíknast við pantiskipanir við fløskum hjá bryggjaríðum.

Kassamiðstøðin tekur sær eisini av at halda kassarnar við líka og gera neyðugu ábøturnar á teir kassar, ið fáa skaða undir landing og líknandi.


Betra um tænastuna

Í løtuni er Kassamiðstøðin í ferð við at byggja nýggjan bygning við síðuna av uppboðssøluni á Toftum. Byggingin er komin væl áleiðis, og gongst sum ætlað, stendur bygingurin klárur at taka í nýtslu í mars mánaði næsta ár.

Kári í Garði, stjóri á Kassamiðstøðini, sigur, at tað fer at betra munandi um tænastuna hjá miðstøðini, tá hon flytir í nýggja bygningin á Toftum. Tá kemur Kassamiðstøðin at liggja væl fyri, beint við síðuna av uppboðssøluni, og lættari verður tá hjá skipum at koma at henni.

Tá Kassamiðstøðin í mars flytir til Toftir, verða goymslurnar í Hvalvík og Runavík niðurlagdar, og virksemið verður miðsavnað í nýggja bygninginum.


Ogn hjá fiskivinnuni

Brúk er altíð fyri køssum tá fiskiskapur er, og tí hevur Kassamiðstøðin nógv at gera. Men talan er ikki um eitt felag, ið fáir privatpersónar eiga, og tískil er tað eingin, ið gerst ríkur av Kassamiðstøðini.

Tað eru Føroya Ráðfiskaseljarafelag og Føroya Ráðfiskakeyparafelag, ið eiga Kassamiðstøðina. Føroya Ráðfiskaseljarafelag, er felagið hjá fiskiskipunum, meðan Føroya Ráðfiskakeyparafelag er felagið hjá fiskavirkjunum. Sostætt er tað fiskivinnan sjálv, ið eigur Kassamiðstøðina.