Kassamiðstøðin keypir 6.000 kør úr Íslandi

? Hetta er okkara størsta bílegging av fiskakørum til ein einstakan keypara yvir eitt ár, sigur sølu-og marknaðarstjórin á Sæplasti í Dalvík.

FISKIVINNA

Úr Íslandi frættist, at plastfyritøkan, Sæplast í Dalvík, er sera fegin um stóru bíleggingina hjá Kassamiðstøðini í Føroyum. Henda bílegging fevnir um tilsamans 6.000 fiskakør, sum hvørt er uppá 460 litrar.

Tey 6.000 kørini kosta meira enn 100 milj. íslendskar krónur. Í okkara peningi skal hetta tal býtast við umleið 9.
? Hetta er størsta bílegging av fiskakørum, sum Sæplast hevur havt til ein einstakan keypara yvir eitt ár, sigur sølu-og marknaðarstjórin á Sæplasti, sum fegnast um, at føroyingar seta stórt álit á íslendsku kørini.

Smærri kør
Víst verður á, at Kassamiðstøðin á Toftum, sum fiskivinnan í Føroyum eigur, keypir kørini úr Íslandi og leigar tey til skip og virkir í Føroyum. Fyritøkan hevur verið í stórum vøkstri seinastu árini.

Kassamiðstøðin hevur havt kør frá Sæplasti, sum eru 660 litrar og 1000 litrar, og teir hava verið væl nøgdir við hesi.

Men eins og fiskivinnan í Íslandi er farin at nýta smærri kør seinastu árini, leggur fiskivinnan í Føroyum seg nú eisini eftir at skifta stóru íløtini út við tey smærru, nevniliga hesi 460 litur kørini.

Sølu-og marknaðarstjórin á Sæplasti í Dalvík dylur ikki, at tey eru sera fegin um samstarvið við Kassamiðstøðina á Toftum.