Kasper Hvidt leggur kongin

Eitt serligt 14 ára tíðarskeið í donsku landsliðssøguni í hondbólti er nú liðugt. Kasper Hvidt megnaði at vinna fimm heiðursmerki við Danmark

Hondbóltur

Tíðliga leygardagin vann danska manslandsliðið í hondbólti ein tryggan 35-27 sigur á Spania, og tryggjaði sær harvið fimta plássið í EM-kappingini. Tað var tó ikki tryggi sigurin á Spania, sum skapti yvirskriftirnar, men heldur fráboðanin hjá málverjanum, Kasper Hvidt um, at hann nú gevst at spæla við danska landsliðnum, aftaná 219 landsdystir gjøgnum 14 ár.
Kasper Hvidt sum fyllir 34 ár tann 6. februar sigur, at konan og børnini skulu ikki ofrast meira, og at hann heldur, at tey hava verið óvanliga tolin við hann, tá hann hevur verið burtur við danska landsliðnum í fleiri vikur.

5 heiðursmerki
Kasper Hvidt hevur mangan bjargað Danmark í EM, HM og OL-endaspølum, og hevur hann verið við til at vinna fimm heiðursmerki fyri Danmark. Talan er um EM-bronsu í bæði 2002, 2004 og í 2006, umframt EM-bronsu í 2007. Størsta løtan hjá Kasper Hvidt var tá hann saman við liðfeløgunum vann Europameistaraskapið í Noregi í 2008, sum er størsta løtan hjá donskum manshondbólti.
Kasper Hvidt hevur eisini vunnið spanska meistaraskapið tvær ferðir, og sponsku steypakappingina tvær ferðir. Fyrrverandi liðfelagin á danska landsliðnum, Joachim Boldsen sigur við danska TV2, at talan er um stóran miss, og at tað ganga nøkur ár, áðrenn avloysarin, Niklas Landin kemur upp á støðið hjá Kasper Hvidt. Niklas Landin hevur tó ikki gjørt sær fyri skommum í EM-kappingini.