John Kasich tykist ikki at hava stórvegis møguleika at gerast forsetavalevni hjá Republikanska flokkinum, men tá fyrsta valúrslitið kom frá undanvalinum í New Hamsphire, lá hann á odda.
Undanval er í amerikanska statinum New Hampshire í dag, har veljarar skulu taka støðu til um hvør skal vera forsetavalevnið hjá Republikanska og Demokratiska flokkinum.
Hóast flestu valhølini ikki eru latin upp enn, so er úrslitið longu greitt í lítlu bygdini Dixville Notch. Sambært galdandi lóggávu í New Hamsphire, so kunnu bygdir undir 100 íbúgvar søkja um undantak at lata valhølini upp á midnátt og kunngera úrslitið, tá øll hava valt.
Heiðurin at kunngera fyrsta úrslitið í statinum er eisini nakað, sum teir níggju íbúgvarnir í Dixville Notch ganga høgt uppí, og um valið hjá íbúgvunum í lítlu bygdini endurspegla restina av statinum, so verður tað ein heldur óvæntaður republikanskur vinnari.
Tað var nevniliga senatorurin John Kasich, ið legði seg á odda, tá fyrsta bygdin hevði valt við trimum atkvøðum, meðan Donald Trump fekk tvær.
Hinir fýra veljararnir í bygdini valdu demokratiska forsetavalevnið Bernie Sanders.
Umframt Dixville Notch, so er úrslitið eisini kunngjørt í tveimum øðrum lítlum bygdum. Hart's Location og Millsfield.
Í Hart's Location gjørdist John Kasich eisini størstur við fimm av teimum fjúrtan republikansku atkvøðunum, meðan Donald Trump fekk fýra og Chris Christie tvær. Jeb Bush, Ben Carson og Marco Rubio fingu hvør sína.
Hjá Demokratunum fekk Bernie Sanders tólv atkvøður, meðan Hillary Clinton fekk sjey.
Í Millsfield var tað sigursharrin í Iowa, Ted Cruz, ið fekk flest republikanskar atkvøður, níggju út av átjan atkvøðum. Nummar tvey gjørdist Donald Trump við trimum atkvøðum, meðan John Kasich, Chris Christie, Jeb Bush, Marco Rubio og Carly Fiorina fingu hvør sína.
Hjá Demokratunum vann Hillary Clinton sína fyrsta bygd við tveimum atkvøðum, meðan Bernie Sanders fekk eina.

Bernie Sanders - Mynd: Polfoto.
Kasich og Sanders vunnu fyrstu atkvøðurnar

Bernie Sanders - Mynd: Polfoto.

Bernie Sanders - Mynd: Polfoto.

Bernie Sanders - Mynd: Polfoto.

Bernie Sanders - Mynd: Polfoto.

Bernie Sanders - Mynd: Polfoto.

Bernie Sanders - Mynd: Polfoto.