Kartni klívur ikki í tvey

Stýrislimurin í ALS, Kartni Ravnsfjall, kennir seg eftir øllum at døma somikið trýstan av gylta lógvatakinum til fráfarna ALS-stjóran, at hann seinnapartin skal á fund við fleiri enn 20 fakfeløg um støðuna.

Tað tykist ógreitt, hvørt talan er um kunning frá stýrisliminum ella Kartni Ravnsfjall skal standa skúlarætt mótvegis teimum, sum hava valt hann at umboða seg í stýrinum fyri Arbeiðsloysisskipanina.

-Eg skal á fund við fakfeløgini klokkan trý. Meira fái eg ikki sagt, sigur Kartni Ravnsfjall.

Sum stýrislimur hevur Kartni Ravnsfjall skrivað undir fráfaringaravtaluna við Ernst Jacobsen, sum gevur nú fyrrverandi ALS-stjóranum 1,2 millión krónur, hóast hann er fríttstillaður.

Kartni Ravnsfjall vil hvørki útgreina endamálið við fundinum ella hvat hann væntar at fáa burturúr.

Fundurin verður í hølunum hjá Starvsmannafelagnum klokkan 15.