Nógvar almennar heimasíður hava havt rættiliga grefliga skriving, tá talan er um avrikini hjá hondbóltsdómarunum í teimum fremstu deildunum hjá kvinnum og monnum.
Hetta gjørdi, at starvsnevndin hjá HSF kom við hesari yvirlýsingini : Hervið skal verða kunngjørt, at starvsnevnd HSFs tekur frástøðu frá, at tað á heimasíðum hjá feløgum verður lagt eftir dómarum við einvísari niðurgering og útspilling.
At vera dómari í hondbólti er ein sera torfør uppgáva og tað er er umráðandi at verja teir persónar, sum átaka sær hesa týdningarmiklu uppgávu, tí uttan dómarar eingin hondbóltur. At dómarar kunnu gera feilir er sjálvsagt. Her er at siga, at dómarafelag HSFs fremur eitt miðvíst menningararbeiði m.a. við einari eygleiðaraskipan til nógvar av dystunum í fremstu deildunum.
Við hesum vil starvsnevnd HSF undirstrika, at hon stendur aftan fyri dómararnar og dómarayrkið og vil heita á limafeløgini at gera tað sama.
Í seinnapartssendingini tosaði Rás2 við formannin í hondbóltsdómarafelagnum, Karstin Joensen. Karstin Joensen undirstrikar, at hondbóltsdómarar eru eisini menniskju, og øll kunnu jú gera mistøk. Niðrandi skriving og niðrandi gleps frá áskoðaraplássunum, fara so ikki at gera tað lættari at rekrutera nýggjar hondbóltsdómarar.
Tað ber til at hoyra prátið við Karstin Joensen undir greinini.