Karsten vrakar sáttmálan enn einaferð

Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum Karsten Hansen boðaði mánamorgunin frá, at hann ikki fer at góðkenna ískoytissáttmálan millum SEV og Maskinmeistarafelagið. Vandi er nú fyri streymloysi

Karsten Hansen ræðist ikki hóttanina frá Maskinmeistarafelagnum um at leggja arbeiði niður, varð sáttmálin hjá teimum við SEV ikki góðkendur á hesum sinni. Landsstýrismaðurin vrakaði nevniliga nýggja ískoytissáttmálan, ið SEV og Maskinmeistarafelagið høvdu gjørt, og sum partarnir vónaðu, at Karsten fór at góðkenna.
? Eg kann ikki lata meg stýra av hóttanum um arbeiðssteðg, og eg má nýta tey amboð, sum eg havi, at stýra búsakapinum við. Tað er einki, sum rættvísgerð eina slíka lønarhækking, sigur Karsten Hansen, sum tó ásannar, at maskinmeistararnir situr í eini lyklastøðu, tí ein arbeiðssteðgur hevur við sær, at landið verður myrkalagt.

Sami sáttmáli
SEV og Maskinmeistarafelagið vóru blivin samd um at gera ein ískoytissáttmála til tann tvey ára sáttmálan, sum Karsten ikki vildi góðkenna. Hesin ískoytissáttmáli á eitt ár gav maskinmeistarunum eina lønarhækkan á trý prosent. Lønarhækkingin í tí vrakaða tvey ára sáttmálanum táttar í tey ellivu prosentini. SEV vísti á, at við ískoytissáttmálanum verður miðallønarhækkingin á leið tað sama sum á privata arbeiðsmarknaðinum.
? Hetta er í veruleikanum tann sami sáttmálin, sum longu er vrakaður einaferð. Eg heiti nú á partarnar um at fara aftur til samráðingarborðið, tí tað er einasta gongda leið, segði Karsten Hansen á tíðindafundi mánamorgunin.

Døpur búskaparútlit
Karsten Hansen vísir á, búskaparútlitini eru sera døpur, og at tey gerast alsamt daprari. Tí kann hann ikki góðkenna hendan sáttmálan.
? Vit mugu ansa sera væl eftir, at lønarútreiðslur ikki hækka ótálmað, og tí verður samlaði sáttmálin vrakaður, sigur landsstýrismaðurin.
Karsten Hansen er sinnaður at góðkenna somu lønarhækking, sum fakfeløgini á privata arbeiðsmarknaðinum gjørdu við Føroyar Arbeiðsgevarafelag, tí hesin sáttmálin hevur lagt støðið. Ráðini hjá Karsteni eru tí at hyggja eftir tí sáttmálanum, tá nýggjur sáttmáli skal gerast.

SEV visti
Karsten Hansen upplýsti eisini á tíðindafundinum, at SEV longu hóskvøldið fekk at vita frá umsitingini í Fíggjarmálaráðnum, at hesin ískoytissáttmálin ikki verður góðkendur. Tó skuldi alt vikuskiftið fara afturum bak, áðrenn almenningurin og Maskinmeistarafelagið blivu kunnað um hetta.
Um maskinmeistararnir hjá SEV leggja arbeiði niður er væntandi, at Løgtingið leggur uppí.