Karsten rendi á Olaf

Løgtinglimurin hjá Tjóðveldisflokkinum, Karsten Hansen, rendi fríggjadagin við bili sínum inn í síðuna á bilinum hjá fyrrverandi landsstýris- og løgtingsmanninum hjá Fólkaflokkinum, Olaf Olsen. Fyrrverandi sýslumaðurin í Klaksvík valdi ikki at melda óhappið

Ikki kann sigast annað, enn at Tjóðveldisflokkurin rør ein tungan sjógv í løtuni. Seinasta mánaðin hava tveir limir í flokkinum verið í almennum stríði, og mánakvøldið kom undan kavi, at tinglimurin hjá Tjóðveldisflokkinum í Norðoyggjum, Karsten Hansen, breyt ferðslulógina fríggjadagin, tá hann ikki helt víkiskylduna.
Fríggjamorgunin stutt fyri klokkan 10 er Karsten Hansen á veg í bili sínum út á Sjómansskúlan og koyrir oman eftir Sverrisgøtu. Fyrrverandi sýslu- og løgreglumaðurin í Klaksvík heldur ikki víkiskylduna, og rennir á bilin hjá fyrrverandi landsstýris- og løgtingsmanninum hjá Fólkaflokkinum, Olaf Olsen, ið er á veg omaneftir Tórsgøtu.
Karsten Hansen tekur óhappið á sínar herðar, og fortelur Olafi Olsen, at hann skal boða tryggingini frá tilburðinum. Olaf Olsen sigur við Sosialin, at hann tók undir við løgtingsliminum, tí sjálvur var hann ósekur í óhappinum.
Seinni fríggjadagin tosa Olaf og Karsten saman aftur í telefon, og avtalað varð, at fyrrverandi sýslumaðurin í Klaksvík skuldi boðaði tryggingini frá.
Í Degi og viku mánakvøldið kom fram, at Karsten Hansen valdi ikki at boða løgregluni frá tilburðinum, tí hann metti ikki óhappið var av slíkum slagi, at tað gjørdist neyðugt.
Í Degi og viku ásannaði Karsten Hansen kortini, at hann átti feilin í tilburðinum, og at hann tí átti at havt meldað óhappið til løgregluna. Nú óhappið var blivið alment, ætlaði Karsten Hansen at melda tilburðin.

Onga viðmerking
Formaður Tjóðveldisfloksins, Høgni Hoydal, hevur onga viðmerking til óhappið hjá Karsten Hansen í løtuni. Hann greiðir frá, at hann varð kunnaður um málið klokkan 17 mánadagin, men at málið fyribils er eitt mál millum Karsten Hansen og løgregluna.
Vit hava allan fyrrapartin týsdagin roynt at hitt Karsten Hansen á máli, men uttan úrslit.