Karsten ivast

Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, setur spurnartekin við metingarnar hjá meirilutanum í fíggjarnevndini, bæði á inntøku- og útreiðslusíðuni. Samtíðis fegnast hann tó um, at fleiri av ætlanunum hjá samgonguni síggjast aftur í álitinum úr fíggjarnevndini.

Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, var ein teirra, ið hevði leitað sær í løgtingið um níggju tíðina hóskvøldið, tá niðurlagdi tingfundurin varð tikin uppaftur. Eisini hann var komin at fáa sær eitt eintak av álitinum til fíggjarlógaruppskotið, ið fíggjarnevndin var liðug við fyrr um kvøldið, og sum tískil kundi leggjast fram.
Karsten Hansen sigur, at samgongan longu tíðliga í heyst var samd um fleiri sparingar. Men hesar krevja lógarbroytingar, og tí vóru fleiri teirra ikki við í fíggjarlógaruppskotinum, sum hann legði fyri tingið 30.september. Hesar eru síðan komnar við í álitið hjá meirilutanum í fíggjarnevndini.
Men landsstýrismaðurin í fíggjarmálum setur tó spurnartekin við inntøkumetingarnar og skerjingina av játtanum til lógarbundnar útreiðslur, ið fíggjarnevndin er komin fram til.
Í álitinum frá meirilutanum í fíggjarnevndini eru inntøkurnar av skatti og avgjøldum mettar 30 milliónir krónur hægri, sammett við upprunauppskotið úr Fíggjarmálaráðnum. Av hesum stava 10 milliónir frá eini lógarbroyting, ið áleggur grunnum at gjalda skatt, umframt tríggjar milliónir fáast til vega við rentuinntøkum frá Trygdargrunninum. Restin stavar frá at vónirnar til hægri skattainntøkur er settar hægri enn upprunaliga mett.
- Eg má siga, at sjálvur hevði eg ikki mett inntøkurnar hægri í dag, enn eg gjørdi í september, tá eg legði fíggjarlógaruppskotið fram, sigur Karsten Hansen.
Eisini á útreiðslusíðuni er landsstýrismaðurin ivasamur. Millum annað metir fíggjarnevndin, at lógarfestu útreiðslurnar til fólkapensjónir vera 15 milliónir krónur lægri næsta ár, sammett við uppskotið úr Fíggjarmálaráðnum. Karsten Hansen sigur, at hann hevur sæð eina meting frá Almannastovuni, ið vísir at játtanin møguliga kann lækka sjey milliónir. Men hvussu fíggjarnevndin er komin fram til eina skerjing uppá 15 milliónir, dugur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ikki at siga.
- Samanumtikið kanst tú siga, at metingarnar í uppskotinum frá fíggjarnevndini er ikki so varnar sum metingarnar hjá Fíggjarmálaráðnum. Í løtuni tykjast partar av uppskotinum heldur ivasamir, ti eg veit ikki, hvat meirilutin í fíggjarnevndini ætlar, sigur Karsten Hansen, ið enn ikki hevur fingið stundir til at útgreina mongu tølini í álitinum nærri.

Skattalættin
Í sínum áliti hevur meirilutin í fíggjarnevndini mett at avleiddu inntøkurnar av einum komandi skattalætta vera 10 milliónir krónur. Men í álitinum eru ongir pengar settir av til skattalættan. Hetta váttar Óli Breckmann, formaður í fíggjarnevndini.
Óli Breckmann sigur, at í fyrstu atløgu verður bíðað eftir at Fíggjarmálaráðið kemur við einum uppskoti um at lækka skattin, men kemur einki uppskot haðani, má skattalættin koma aðrastaðin frá, t.d. sum uppskot frá limunum í fíggjarnevndini.
Sostætt er greitt, at hóast netto yvirskotið er vaksið úr tveimum upp í 90 milliónir krónur, so eru framvegis ikki pengar settir av til endamálið.