Tað er øgiligt Karsten Hansen landsstýrismaður við fíggjarmálum roynir at renna undan nú búskapargongdin ikki er, sum hon hevur verið øll árini meðan hann hevur sitið sum landsstýrismaður. Nú veruleikin rennur upp fyri landsstýrismanninum í fíggjarmálum og gullárinum síggja út til at verða av á hesum sinni fer hann tann lættasta vegin og leggur skylduna út til øll hini, men tað var nokk ikki annað væntandi tá tað fór at standa á fíggjarliga. So leingi tað gekk væl var tað hann ið tók sær æruna og breggjaði sær óført um hvussu væl alt var stýrt við hansara hørðu hond, alt meðan útreiðslurnar øktust skjótari enn nakrantí og eru síðani hetta landsstýri tók við øktar við 1.100 mió. einans í rakstri og fyri hetta hava vit hvørki fingið sandoyarferju, undirsjóvartunnil, nýtt landsjúkrahús ella hálva suðuroyarferju, tí tað eru íløgur.
Tá landsstýrismaðurin leggur dent á, at allar eykajáttanir skulu verða útreiðsluneutralar skal gerast vart við, at tað bleiv ein eykajáttan játtað í apríl, ið kostaði útvið 75 mió. og sum skilst er játtan eisini givin til stuðulin fyri uppihaldspening uppá eini 5 mió. tí at flokkurin ikki kláraði at fáa semju innanhýsis um hesa sparing og longu nú er boða frá at tað eru fleiri eykajáttanir á veg.
Tað var ikki fíggjarnevndin, ið lat verða við at taka skattalættan við á fíggjarlógina, hann var heldur ikki við í uppskotinum, ið kom frá landsstýrismanninum og hóast andstøðan harðliga átalaði fleiri manglum í uppskotinum vísti landsstýrismaðurin øllum hesum átalum aftur og segði at tað var ikki vanlig mannagongd at hava tøl við á fíggjarlógini, ið ikki vóru samtykt, men hetta var ikki galdandi tá tað snúði seg um sparingar, ið kravdu lógarbroyting. So tað tykist løgið og má merkjast undarligt hjá samgongufeløginum í fíggjarnevndini, at landsstýrismaðurin nú vaskar alt yvir á meirilutan í fíggjarnevndini.
Eisini verður víst á at hóast blokkurin bleiv skorin við 366 mió. um árið fyri tveimum árum síðani hevur gjaldføri landskassans verið so gott sum nú, men hetta er ikki veruleikin um vit hyggja eftir innistandandi í Landsbankanum. Har standa í juni 2003, 2.247 mió. og minstainnlánið er 1.515 mió. so tøkar eru 732 mió. ímóti 750 mió. somu tí síðsta ár. So hóast vit higartil hava skert í blokkinum umleið 500 mió. og multiplikatorávirkanin ikki hevur sligið ígjøgnum enn, má sjálvt landsstýrismaðurin hava fatað, at okkara búskapur ikki er so øgiliga væl fyri, sum hann roynir at fortelja sær sjálvum og øllum ørðum við.









