- Eg havi gjørt av, at eg stilli uppaftur á næsta løgtingsvali.
Tað ger Karsten Hansen greitt í morgun.
Stórur ivi hevur verið um hansara politisku framtíð, eftir at hann meldaði seg úr Tjóðveldisflokkinum í kjalarvørrinum á, at Løgtingið samtykti at geva samkyndum innivist í revsilógini.
Men nú ger hann í øllum førum greitt, at hann fer at stilla uppaftur.
Hann hevur annars mangan ivast í, um hann eigur at stilla upp aftur.
Men nú hann hevur hugsað seg um, heldur hann, at tað er rætt at stilla upp og tað fer hann at gera.
- Eg havi fingið røring í nøkur viðurskifti og tí haldi eg, at tað er rætt at stilla uppaftur fyri at fáa at vita, hvat veljarin heldur, sigur hann.
Men er tað nú greitt, at hann fer at stilla uppaftur, er tað framvegis ógreitt, hvønn hann fer at stilla upp fyri.
Men tann loynidómurin er hann ikki til reiðar at avdúka enn.
- Tað fari eg at boða frá á tíðindafundi ein av døgunum, sigur hann.
Hinvegin er tað í øllum førum greitt, at tað verður ikki fyri Tjóðveldisflokkin at hann stillar upp.
- Fyri at stilla upp fyri Tjóðveldisflokkin, skal eg vera limur og eg havi jú meldað meg úr flokkinum, sigur hann.
Heldur fast um tingsessin
Men Karsten Hansen ger eisini greitt, at hann fer ikki at gera eftir áheitanini frá Norðoya Tjóðveldisfelag um at siga tingsessin frá sær.
- Nógv tey flestu, sum hava valt meg, eru ikki limir í Norðoya Tjóðveldisfelag, tí eg fekk fleiri ferðir so nógvar atkvøður, sum tað eru limir í felagnum.
- Men tað er felagið, sum hevur stilla teg upp?
Tað er rætt, men eg havi verið limur í Tjóðveldisflokkinum ein mansaldur og havi tænt flokkinum so væl, eg havi kunnað.
Hinvegin sær hann ikki meiningina í, at fráboðanin kemur frá Norðoya Tjóðveldisfelag um at hann hevur meldað seg úr.
- Í mínum hugaheimi meldaði eg meg úr flokkinum, og sostatt eisini úr felagnum, longu tá ið atkvøðugreiðslan um 266 b var í Løgtinginum. Tann fráboðanin var so greið, at hon skuldi ikki verið til at misskilt.
- Tá harmaðist Norðoya Tjóðveldisfelag um, at eg var farin úr, men vónaði, at eg og flokkur funnu saman aftur. Men síðani hava tjóðveldisfólk eftir øllum at døma havt torført at ásanna, at eg havi meldað meg úr, tí einar tvær ferðir havi eg lisið í bløðunum, at eg eri framvegis limur í felagnum.
- Tí havi eg nú skorið tað út í pappi, sigur Karsten Hansen.
<SUP$?$end$!$ </SUP$?$end$!$<BR>Kann kosta dýrt
Karsten Hansen sigur, at hann er fullgreiður yvir, at avgerðin um at taka seg úr Tjóðveldisflokkinum, kann kosta honum dýrt politiskt.
Men hjá honum er tað als ikki hetta, sum málið snýr seg.
- Hjá mær snýr málið seg eina og aleina um at halda fast við mína sannføring. Tí kundi eg ikki longur vera limur í einum flokki, sum ikki vil byggja á kristnu lívsvirðini og sum ikki heldur, at vit kunnu stíga út í heimin, fyrrenn vit hava fingið skrásett parlag og so framvegis.
- Tað er ein ærlig støða, sum eg havi fulla virðing fyri. Men eg vil bara ikki vera partur í tí
Annars havi eg ikki broytt politisku sannføring, tí eg eri framvegis loysingarmaður um ein háls, staðfestir Karsten Hansen.
Ì aðrari grein staðfestir formaður Tjóðveldisfloksins, at hann fer ikki at blanda seg upp í tína politisku framtíð, men hann skilir væl áheitanina um at tú skalt leggja frá tær?
- Eg ivist ikki í, at hann skilir áheitanina. Norðoya Tjóðveldisfelag hevur kanska havt samband við hann áðrenn tey komu við henni, sigur Karsten Hansen.
Karsten Hansen vísur eisini aftur tí, sum Heini O Heinesen sigur aðrastaðni í blaðnum.
- Eg havði ikki viljað havt Heina úr tinginum. Annars var málið um 266 b og samkynd eisini fyri í Løgtingum, tá ið Heini O Heinesen var í Løgtinginum og tá vóru vit báðir púra samdir, sigur Karsten Hansen.