Karsten Hansen skapar ótryggleika og øsing

Sjúkrarøktarfrøðingar halda, at framferðin hjá landsstýrismanninum er óheppin

- Tað er eitt álvarsmál, at Karsten Hansen nú ætlar at endurskoða leiðslubygnaðin á Landssjúkrahúsinum.

 

Tað heldur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

 

Tí fer felagið nú at kalla allar sjúkrarøktarfrøðingar í leiðandi størvum at viðgera hesa ”álvarsligu støðu.”

 

Samstundis hevur felagið biðið landsstýrismannin um fleiri upplýsingar.

 

Felagið fegnast um fráboðanina frá landsstýrismanninum í dag, har hann staðfestur, at hann fer ikki at taka nakra avgerð í óðum verkum, men fer at viðgera málið gjølliga.

 

- Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar vil tó gera vart við, at vit halda at tað er ómetaliga óheppið, alment at koma við slíkum útsøgnum.

 

- Hesin framferðarháttur landsstýrismaðurin hevur valt, skapar óneyðugan ótryggleika og øsing á arbeiðsplássinum innan heilsuøkið.

 

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar metir hetta vera eitt álvarsmál.

 

Skal føroyska heilsuverkið framhaldandi klára at bjóða viðgerð og røkt á høgum fakligum stigi, er neyðugt við fakligari leiðslu við høgum fakligum kunnleika, sigur felagið.