Bjarni Djurholm, tingmaður hjá fólkaflokkinum og fíggjarnevndarformaður, væntaði fyri viku síðani, at semja fekst í lag og einki verkfall spurdist burturúr samráðingunum milum fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið.
- Eg helt tá, at seminguppskotið hjá semingsmonnunum var á góðari leið, samanborið við so mangt annað, sigur Bjarni Djurholm.
Bjarni Djurholm er av teirri sannføring, at tað hevði verið týdningarmikið, um landsstýrið hevði verið úti í góðari tíð og víst tekin um, at ein vildi veita skattalætta, fyri soleiðis at hækka reallønina.
- Vit vita øll, at hækkar ein bruttolønina, so verður hon útholað av skatti, og tað merkir, at lønmóttakarin fær lítið og einki burturúr. Hækkar ein bruttolønina nógv, so ávirkar tað komandi samráðingar á privata arbeiðsmarknaðinum, sigur Bjarni Djurholm og vísir á, at hetta býtur seg sjálvan í halan.
Hann metir, at hetta gerst ein ringrás, ið eingin fær gagn av og sum í síðsta enda kann kosta arbeiðspláss - bæði privat og alment.
Bjarni Djurholm metir, at fíggjarmálaráðharrin í vetur skuldi havt sent tekin út, har ein fyrireikaði ein skattalætta uppá eini 30 til 50 milliónir, fyri at hetta skuldi verið ein mótvekt ímóti teimum lønarkrøvum, ið ein visti fóru at koma.
- Ein átti at verið meira progressivur í politikkinum, men tað hevur ein so ikki verið, sigur Bjarni Djurholm, sum ásannar, at hann bert er áskoðari í leikinum, sum nú fer fram á arbeiðsmarknaðinum, har støðan tykist heldur fastlæst nú.
Samdur við Karsten Hansen
Bjarni Djurholm sigur, at eftir hansara tykki, so eru landstýrið og samgonga samd við fíggjarmálaráðharran og tað, ið hann hevur spælt út.
Men Bjarni Djurholm metir, at ein hevði verið komin víðari, um ein frammanundan hevði havt hugsað kreativt og lagt upp fyri við møguligum avgjaldslækkingum, so ein kundi gingið fakfeløgunum á møti í størri mun, enn nú.
- Fyri landskassan er líkamikið, um ein skal gjalda út 20 ella 40 milliónir í bruttoútreiðslum, men fyri samfelagið og kostnaðarstøðið er hetta ikki líkamikið, sigur Bjarni Djurholm.
Hann metir, at tað er spell, at alternativ til eina bruttolønarhækking ikki eru fyrireikað, men tá tað ikki er gjørt, og støðan er tann hon er, so metir Bjarni Djurholm, at Karsten Hansen, fígjarmálaráðharri, hevur fullan stuðul í samgonguni.
Føroya Tele øðrvísi kor
Uppá fyrispurning, um tað ikki er løgið, at starvsfólkið á Føroya Tele hevur fingið 9,35% í lønarhækking, sigur Bjarni Djurholm, at har eru øðrvísi karmar galdandi.
- Tað er neyðugt at leggja dent á, at Føroya Tele er partafelag, og eg var sjálvur formaður í mentanarnevndini, tá tað gjørdist partafelag. Ein av grundgevingunum fyri, at gera tað til felag var, at Føroya Tele er partur av altjóða kapping. Tí er alneyðugt at hava møguleika at gera fleksiblar lønarsáttmálar, fyri at halda uppá starvsfólkið og so ein kann búgva seg út. Føroya Tele er í serstøðu og er í grótharðari kapping, men við at loyva einum partafelag, er gjørligt hjá teimum at hava fleksiblar sáttmálar og soleiðis vera við í kappingini, sigur Bjarni Djurholm.
- Í somu løtu, ein ger alment virksemi, til partafelag, so eru aðrar treytir galdandi og øðrvísi karmar, so tað var væntandi, at Føroya Tele fekk hasar broytingarnar, sigur Bjarni Djurholm, sum heldur, at ein annars ikki kann samanbera beinleiðis við annað alment virksemi, tí tað virkar, sum tað altíð hevur virkað.
Láglønarsamfelagið er tómt tos
Á heimasíðu Starvsmannafelagsins verður víst á, at vit eru ávegis at gerast eitt láglønarsamfelag og í hesum sambandi verður eisini nomið við fullveldisspurningin.
Men Bjarni Djurholm metir ikki, at prát um fullveldi ið láglønum er nóg væl undirbygt ella viðkomandi.
Bjarni Djurholm metir ikki, at ein kan tosa um lágløn, uttan samstundir at hugsa um, hvat skal gjaldast av lønini.
- Tað snýr seg jú ikki um, hvat ein fær brutto, men hvat ein hevur eftir, tá ein hevur goldið hvørjum sítt. Tað hjálpir lítið at vera eitt hálønarsamfelag, um ein í veruleikanum er láglønarbólkur, tá alt kemur til alt. Tað snýr seg um at hava eitt samfelag, ið er kappingarført, heldur Bjarni Djurholm.
Uppá fyrispurning, um hann skilir krøvini hjá Starvsmannafelagnum, tá skattastøðið nú einaferð er, sum tað er, sigur Bjarni Djurholm, at skatturin er lækkaður seinni árini.
-Stóð tað til Fólkaflokkin, og vit høvdu fíggjarmál um hendi, so høvdu vit hildið fram við politikkinum, at lætta um skattatrýstið, sum Javnaðarflokurin eisini byrjaði við í 1995. Hetta lættir trýstið á bruttolønina, tí tað skaðar okkara kappingarføri, sigur Bjarni Djurholm.
- Millum annað av førda skattapolitikkinum, er kappingarførið betrað við 20-25 prosentum, og tað er ikki so lítið, so tá ein prátar um láglønarsamfelag, so blívur tað tómt tos, ið ein blakar hvør øðrum í høvdið, sigur Bjarni Djurholm.
Fullveldi krevur tillaging
- Tað er neyðugt at hyggja at hesum úr fleiri sjónarhornum. Hyggur ein at Íslandi ella Isle of Man, sum hava annað bruttolønarlag, enn vit, so hava tey ikki meira einn 20 ella 25% sum tað mesta í skatti. Í Íslandi kann ein enntá vinna einar 6000 krónur um mánaðan, áðrenn skattur kemur á, sigur Bjarni Djurholm, men viðgongur, at slíkt krevur tillaging og tað hendir ikki frá degi til dags.
- Fólkaflokkurin hevur ført fram, at skal prátast um fullveldi, so kann ein ikki trúgva, at ein kann skipa samfelagið øðrvísi, enn grannarnir vestanfyri, sum hava, um nakað, so betri fyritreytir, enn vit á nógvum økjum. Vit mugu venja okkum við nakrar hugsanir og vit mugu síggja alt úr ymsum sjónarhornum, sigur Bjarni Djurholm, ið minnir á, at vit liva ikki av bruttolønini, men av nettolønini.