Karsten Hansen handaði í dag virðislønir í sambandi við teknikappingina hjá Fólkaheilsuráðnum.
Landsstýrismaðurin í Heilsumálum handaði í dag trimum børnum, sum høvdu vunnið teknikappingina, ið Fólkaheilsuráði skrivar út á hvørjum ári, gávukekk uppá fimmhundrað krónur. Inn vóru komnar frýrahundrað tekningar úr øllum landinum, frá einstaklingum, barnagørðum og heilum skúlaflokkum.
Landsstýrismaðurin hevði tikið sær stundir at koma allan vegin suður til Havnar at handa hesum børnum virðislønirnar, tey høvdu vunnið. Hann nevndi í taluni: ”Tit hava øll verið við at hjálpa mær. Rundan um okkum her á torginum í SMS eru 400 vakrar, stuttligar og hugvekjandi tekningar frá børnum í øllum aldri. Øll hesi 400 hava hjálpt mær í mínum arbeiði. Ja, tit hava hjálpt okkum øllum at vera meira frísk.”
Landstýrismaðurin kom eisini inn á tiltakið ”Árgangur 2000 roykfríur” – tey sokallaðu Millenium-børnini og rósti átøkunum, sum Fólkaheilsuráðið hevur staðið á odda fyri. Hann segði "Skulu vit tosað um sólskinssøgur, so er hetta ein av teimum. Tí tað sær út til, at tey ungu í dag, ætla sær ikki at fara at roykja. Í øllum førum í nógv minni mun enn fyrr. Hetta vísir, at vit kunnu røkka langt, tá ið vit seta okkum stór mál.”
Fólkaheilsuráðið ynskir hesum børnunum til lukku við virðislønunum:
Vár Norðberg 13 ár, Hvalba
Signhild Johannesen 9 ár, Saltangará
Una Símunardóttir 6 ár, Tórshavn
Meira sæst VIÐ AT TRÝSTA HER










