Karsten flytir umsiting til útjaðara

Nýggja kolvetnisskattafyrisitingin fer ikki bara at liggja í Norðoyggjum, men eisini í Suðuroynni. Endamálið er at skapa trivnaðarmøguleikar í økjunum, sigur Karsten Hansen

 

Kolvetnisskattadeildin undir Toll- og Skattstovuni, sum fyri stuttum er sett á stovn, fer at vera bæði í Norðoyggjum og í Suðuroynni. Í gjár skrivaðu vit, at deildin fór at liggja í Klaksvík, men ein partur verður eisini í Suðuroynni.

Hetta boðar Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, frá í tíðindaskrivi.

? Tílík umsiting krevur útbúgvið fólk og kann saman við vinnuvirksemi skapa betri trivnaðarmøguleikar bæði í Suðuroy og í Norðoyggjum, sigur Karsten Hansen.


Grunnar til Suðuroynna

Samstundis sum oljuskattadeildin skal til Suðuroyar og Klaksvíkar verður umsitingin av ymsum grunnum flutt úr Tórshavn til Suðuroyar. Tað eru Frítíðarlønarskipanin, Frítíðargrunnurin og Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin, sum skulu umsitast í Suðuroynni.

Landsstýrismaðurin metir, at tað at flyta kolvetnisskattafyrisitingina og umsitingina av almennum grunnum út um miðstaðarøkið er í samsvari við tilmælini í økismenningarálitinum og í samsvari við løgtingssamtyktina um, at virksemi av kolvetnisvinnu eisini skal vera í útjaðaranum.