Góða omma og abbi. Fyrst vilja vit ynskja tykkum báðum hjartaliga tillukku við gullbrúdleypsdegnum. Tað frøir okkum at hátíðarhalda henda stóra dagin saman við tykkum.
Omma og abbi giftust 30. apríl 1960. Omma kom líka úr Gøtugjógv og út í Hest at búseta seg, haðani abbi er ættaður. Eftirkomararnir eru vorðnir mangir, 5 børn, 16 ommu- og abbabørn og 2 langommu- og langabbabørn.
Altíð hevur tað verið fjálgt og gott at koma inn í heita køkin, har omma altíð eigur okkurt gott at bjóða okkum – serliga minnast vit góðu pannukøkurnar. Omma hevur lært okkum mangt og hvat. Hon hevur altíð lovað okkum at verið við í øllum frá matgerð og hondarbeiði til hoygging. Harumframt hevur hon lært okkum øll at spæla sjavs. Hetta hevur givið okkum mangar stuttligar og hugnaligar løtur saman.
Abbi er ein serstakliga raskur og lættsintur maður, ið hevur lært okkum øll gleðina við at arbeiða. Hann er hegnigur sum fáur. Tað munnu vera fá arbeiði, sum eru gjørd úti í Hesti, har abbi ikki hevur havt eina hond við. Abbi hevur havt fleiri álitisstørv, sat í bygdarráðnum í mong ár, umframt at hann var klokkari og seyðamaður í nærum hálva øld. Hann hevði í fjør 60 ára starvsdag sum avgreiðslumaður hjá Strandferðsluni.
Vit, ommu- og abbabørnini, vilja við hesum takka tykkum fyri mangar ógloymandi løtur. Tit eru heimsins besta omma og abbi.
Enn eina ferð Tillukku við degnum.
Heilsan Lív og Annika










