Karneval í Runavík

Eins og í fjør verður eingin skrúðgonga á eystanstevnu í ár, men væleydnaða tiltakið við karnevalgongu verður uppafturtikið og byrjar klokkan 19 í kvøld Í kvøld klokkan 19 - og ein tíma fyri sjálva setanina av eystanstevnu - verður skipað fyri karnevalgongu.

Heldur enn at hava skrúðgongu leygardag, hava fyriskipararnir gjørt av at endurtaka ?hittið? frá í fjør.

Soleiðis verður stór karnevalsgonga í Runavík í kvøld.

Gingið verður av økinum við ítróttarhøllina og heim á stevnuøkið, har ítróttarfólk fara at hava ymiskar framførslur.

Eisini verða maskottar og annað spennandi at síggja í skrúðgonguni, sum fyrireikararnir ikki vilja avdúka frammanundan.

Eystanstevna verður sett klokkan 20 í kvøld av Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu.