Her kann skoytast uppí umrøðuna av Vága Heina í seinasta parti, at hann var næstelsta barn hjá Marini Heinedatter (1826-1911) og Johan Djonesen (1822-1882) í Sandavági. Johan var góður timburmaður og útróðrarmaður. Hann var eisini fyrsti klokkari, tey vita um í bygdini.
Sonur Heina, Karl Frederik Johansen, giftist við Siggu Elisabeth f. Olsen, sum var fødd í Miðvági. Hon fór ung til Havnar at tæna hjá Lützenfólkunum og hitti Karl. Tey giftust í Havnar Kirkju 9. november 1904.
Fyrst sjómaður
Karl var upprunaliga sjómaður, og hann tók skiparaprógv hjá Jens í Dali í 1903. Myndin, hann hevur teknað av “Slatrinum”, bendir á, at hann kann hava verið við hesum skipi.
Í skattalistanum sæst, at Karl hevur havt eina javnt hækkandi inntøku árini 1901 til 1905. Hesi árini er skatturin 8,9,10, 12 og 14 krónur, sum var meira enn hjá nógvum øðrum.
Karl var eina tíð stjóri í Havnar Timburhandli.
Frá 1920 hevði Karl matvøru- og slaktarahandil á horninum Tórsgøta/Steinagøta. Hetta var beint við hjá Demmusi, sum hevði skógvahandil. Beint hinumegin gøtuna var biografurin hjá Dia í Bø.
Ein sum minnist hendan handil væl er Johan Norðfoss, sum plagdi at ganga inn hagar.
Hetta var ein av teimum hugnaligu handlunum, har fólk ikki bert komu inn á keypa. Tey komu eisini inn at fáa eitt prát. Karl var lamin og kundi tí ikki gera so nógv. Hann sat í einum stóli og skipaði fyri, hvat ið skuldi gerast hjá teimum, sum arbeiddu í handlinum. Tann, sum annars stýrdi handlinum, var dóttirin Elisabeth.
Hetta gav Karl stundir til at práta við fólk, sum kom inn á gólvið. Tað var ein bonkur uttanfyri skivuna, har tað bar til hjá fólki at seta seg niður. Ein fastur gestur, í hvussu er seinnu árini, var Rubekk í Vágsbotni. Tað hevur ikki verið keðiligt!
Karl var roknaður fyri at vera eitt skilafólk, og hann var eisini reellur. Eitt, sum hann plagdi at gera, var húðaskógvar og skøði. Dánjal J. Danielsen, sum búði í Tróndargøtu, plagdi at skera húðirnar til.
Ein av teimum, sum Johan minnist at arbeiða hjá Karl F., var Viggo Dahl Christiansen, sum seinni fekk handil í Tórsgøtu.
Handilin seldi eisini kjøtvørur, og Karl hevði slaktarí omanfyri húsini. Um heystið vórðu keypt heil fylgi av seyði, so tá var nóg mikið at gera. Tá vóru einir 4-5 mans, sum flettu. Sonur Karl, Heini, tók sær serliga av kjøtdeildini.
Tað hevur verið sagt, at Annette, kona kenda handilsmannin Hans Joensen, plagdi at fara til handils hjá Karl F. Onkur spurdi, hví hon gjørdi tað. Tey høvdu jú stóran handil sjálvi. Jú, svaraði hon, tey kláraðu seg, og Karl skuldi eisini liva!
Vanliga var handilin kallaður hjá Karl hjá Vága Heina. Men í samband við umbygging fyrst í 1960-unum varð avgjørt at kalla handilin Karl F.
Karl hevði trøð uppi í Gundadali.
Tá ið Karl doyði í 1940 passaðu systkini handilin. Men seinni vóru tað Heini og Sanna, ið áttu handilin. Uppaftur seinni tók Sanna burturav við leiðsluni, men Heini starvaðist har, til handilin lat aftur
Í 1977, tá ið Bøkjarabrekka og Jóannes Patursonargøta skuldu bindast saman, vórðu húsini hjá Karl F. niðurtikin, og handilin fór í søguna.
Abbasonurin Steinbjørn Slættanes eigur áhugaverd jólakort, sum vísa, hvussu foreldur og børn sendu jólakort sínámillum, sjálvt um tey øll búðu í teirri tá lítlu Havnini. Tað sæst, at her hava verið góð og sterk familjusambond.
Børnini hjá Siggu og Karl vóru:
Anna Elisabeth (1905-1928), uppkallað eftir ommuni í Sandavági. Hon doyði áðrenn foreldrini. Tey liggja øll lið um lið, og hetta merkir, at foreldrini munnu hava ynskt at verða jarðað undir liðini á síni ungu dóttir.
Birgar Johannesen greiðir frá, at Anna vaks upp í Tórsgøtu. Eftir loknan barnaskúla fór hon í 1917 í Færøernes Mellem- og Realskole og tók prógv í 1922.
Anna var eina tíð í handlinum hjá pápanum, ið stutt frammanundan var farin at handla. Karl var lutvíst lamin og setti sítt álit á elstu dóttrina, ið hevði ætlanir um at fara av landinum at fáa sær handilskunnleika. Hon fer á Brdr. Pohlmanns handilsakademi í Danmark í 1924.
Men Anna fekk tuberklar. Hon lá meginpartin av 1926 á Skørping Sanatorium og eitt skifti á Ríkissjúkrahúsinum. Í 1928 kom hon heim til Føroya illa sjúk, og hon doyði tríggjar vikur, áðrenn hon hevði fylt 23 ár.
Anna var hendinga dúglig til enska og franska brodering. Eftir hana liggja dúkar, ið eru sonn listaverk.
Bærint Talius Johansen (1907-1977), vanliga kallaður Talis, uppkallaður eftir abbanum í Miðvági. Talis giftist við Catrinu Frederikku f. Hansen (1902-1973) frá Gøtugjógv. Foreldur hennara vóru Birita, ættað úr Leirvík og Hans Hansen, bóndi. Talis arbeiddi nógv ár í Timburhandlinum og var kendur fyri at vera dugnaligur útróðrarmaður. Fyrsta barnið hjá Catrinu og Talis, deyðføddur drongur, er jarðaður hjá Siggu og Karl.
Karl var sakligur stríðsmaður
Elsta sonin uppkallaði Talis eftir pápa sínum. Karl hjá Talis gjørdist kendur sum formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag í 25 ár. Hansara fremsta eyðkenni var, at hann dugdi at tinga seg til úrslit uttan lemjandi verkføll.
Hann av fyrst og fremst kendur sum slóðbrótari við síni eftirlønarskipan, sum tá var ein nýhugsan á hesum øki.
Karl var eisini umstríddur millum sínar fakfelagsfelagar. Ofta stóð nógv á, men hann stóð sum ein klettur í brimi, uttan mun til hvussu nógv tað leikaði á.
Karl varð formaður í HA 25 ár og náddi júst at fáa gleði av síni penjsónsskipan, tá ið hann brádliga doyði 67 ára gamal í febr. 2002.
Heini f. 1908 arbeiddi í handlinum hjá pápanum. Hann giftist við Sannu úr Hvalba. Tey fingu børnini Siggu, Margith og Karl.
Elisabeth Sidona f. 1910, giftist við Petur Mohr Persson, f. 1906, av Tvøroyri.
Súsanna Sybilla f. 1915, giftist við Jóhannes Slættanes (1912-1986) úr Sandavági. Hann lat upp heilsølu í Havn í 1943 í Niels Finsensgøtu. Frammanundan hevði heilsølan verið í heimbygdini. Hetta var ein familjufyritøka. Pápi Jóhannes fór longu í 1908 at selja tubbak vesturi í Vágum.
Serliga var Jóhannes kendur fyri tað sterka svarta hollendska tubbakið Flag Shag.
Keldur:
Kári, Poulina og Steinbjørn Slættanes
Birita Dam og Thea Johansen