Kári Svensson í Ribarhúsi

Leygardagin letur Kári Svensson upp listaframsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði.

 

Listamálarin, Kári Svensson, letur leygardagin upp framsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði, har hann fer at sýna fram eitt fjølbroytt úrval av sínari list.

 

Í samband við upplatingina leygardagin, verður fernisering í tímunum frá klokkan 16 til 18, og framsýningin verður opin til 25. november.