Talan er um ein spurning í fýra, sum Kári P. Højgaard, sjálvstýristingmaður, vil hava landsstýrismannin í mentamálum, Bjørn Kalsø, at svara sær skrivliga eftir grein 52a í tingskipanini.
Kári P. Højgaard vil millum annað hava at vita, um landstýrismaðurin hevur ætlanir um at veita teimum borgarum stuðul, sum velja at búgva í Føroyum og taka sína útbúgving yvir internetið.
Somuleiðis spyr hann, um tað ber til hjá næmingi, sum hevur lisið fjarlestur, at taka skrivliga ella munnliga próvtøku á Fróðskaparsetrinum, og um lógarheimild er fyri at krevja gjald fyri próvtøku, um so er, at henda kostar
Tingmaðurin vísir í viðmerkingunum á, at fleiri nema sær útbúgving yvir netið, meðan onnur, sum byrja, mugu geva skarvin yvir, tí tað er opv dýrt at ferðast millum Føroyar og Danmark til próvtøkur og annað.
– Hesi koma so í ta støðu, at lættari er at flyta av landinum fyri at fáa ávísa útbúgving, sigur Kári P. Højgaard, ið vísir á, at ofta flytur øll familjan við, tí talan er um familjufólk í góðum árum.
Sjálvstýristingmaðurin heldur, at hesi frályting kundi samfelagið sloppið undan, um stuðul fekst frá Mentamálaráðnum ella Studna til ferðing, ella at samstarv í lag, so tey lesandi umvegis fjarlestur uttan kostnað kundu tikið próvtøkurnar í Føroyum.










