Kári rýmir til Framsókn undan Heðin

Dagin eftir at Heðin Mortensen boðaði frá, at hann stillar upp enn einaferð, rýmdi Kari Johansen úr Javnaðarflokkinum

Hann stillar upp fyri flokkin hjá Poul Michelsen, Framsókn, sum sambært stovnaranum ikki fór at taka ímóti fornermaðum fólkum úr øðrum flokkum.

 

Kári Johansen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, skrivar soleiðis á Facebook:

 

"Hosurnar í Javnarflokkinum eru ov trongar

 

Eftir at hava hugsa meg um í eina tíð, skal eg hervið boða frá, at eg havi tikið avgerð um at stilla upp á listanum hjá Framsókn til komandi kommunuval tann 12.november.

 

Eg føli rætt og slætt, at hosurnar í Javnarflokkinum eru ov trongar hjá mær at vera í. Harafturímóti passa míni politisku áhugamál væl í Framsókn.

 

Leiðslan í Framsókn beyð mær vælkomin og komandi tíðina fari eg, saman við øðrum valevnum, at gera valskránna lidna.

 

 

 

Við heilsan

 

Kári Johansen"