Hóast allir flokkar á Løgtigingið nú hava gjørt eina nýggja tunlasemju um ein almennan Eysturoyartunnil, og ein almennan Sandoyartunnil, er upprunaliga uppskotið um at lata privata felagið, CIP, gera Eysturoyartunnilin, enn til viðgerar í Løgtinginum.
Í dag ætlaði Jørgen Niclasen, sum nú umsitur tunlamál, annars at taka uppskotið um CIP-tunnilin aftur úr tinginum, har tað nú hevur ligið í meiri enn eitt hálvt ár.
Men tá ið biðið verður um, at eitt uppskot skal takast aftur, skal tingformaðurin spyrja um nakar annar leggur tað framaftur.
Og tá ið hann spurdi um nakar annar leggur uppskotið um privata tunnilin fram aftur, varð Kári P. Højgaard skjótur at gera vart við seg og boðað frá, at hann leggur uppskotið framaftur.
Hann sigur at hetta var fyri at tryggjað, at málið um Eysturoyartunnilin ikki dettur niðurfyri uttan víðari.
Hann ásannar, at allir flokkar hava gjørt eina semju um tunlarnar. Men enn hevur løgtingið ikki samtykt tað semjuna. Og so leingi, tað ikki er hent, vil hann ikki lata upprunaliga uppskotið hvørva úr tinginum.
- Skuldi tað heilt óvæntaða hent, at Løgtingið ikki samtykkir nýggju semjuna um tunlarnar, hevur løgtingið so hetta upprunaliga uppskotið at detta aftur á, sigur Kári P. Højgaard.
- Men Er tað fyrst tikið aftur úr Løgtinginum, vendst ikki aftur og tí haldi eg, at tað er skeivt at lata tað detta burtur, fyrrenn tað nýggja uppskotið er samtykt.
Hann sigur, at nú hevur uppskotið ligið í Løgtinginum í meiri enn eitt hálvt ár, so tað skaðar ikki um tað liggur nakrar heilt fáar vikur afturat.
Men táið Løgtingið hevur samtykt nýggju tunlasemjuna, er gaman í at taka upprunaliga uppskotið um CIP tunnilin aftur, sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin í innlendismálum.
|