Kári og Svanna venja VÍF-kvinnurnar

Henrik Gerster verður nú loystur av sum venjari hjá kvinnunum hjá VÍF. Kári Mortensen og Svanna Hanusardóttir eru nýggir venjarar

 

 

Henrik Gerster tók við sum venjari hjá kvinnunum, tá tað stóð greitt, at Jan Ottosen fór til Australia, har hann er landsliðsvenjari.

 

Gerster er eisini venjari hjá monnunum í Vestmanna, og tí hevur VÍF leitað eftir eini meira varandi loysn.

 

Hendan er nú funnin. Í VÍF vátta tey, at Kári Mortensen og Svanna Hanusardóttir nú taka um stýrisvølin hjá kvinnunum, og afturat teimum verður eisini Sveinbjørn Poulsen.

 

Kári og Svanna eru bæði kend andlit í føroyskum hondbólti, og tey hava fyrr verið venjarar hjá VÍF-kvinnunum.