Kári Müller fer at royna seg sum byggimatador

Hóast navnframi føroyski handilsmaðurin, Kári Müller, nú er aftur í Hirtshals, er mangt sum bendir á, at hann enn hevur sítt handilshjarta heima á klettunum

Hóast navnframi føroyski handilsmaðurin, Kári Müller, nú er aftur í Hirtshals, er mangt sum bendir á, at hann enn hevur sítt handilshjarta heima á klettunum.

 

Mong vóru tey, ið við spenningi bíðaðu eftir, hvat hann fór at takast við, nú hann er aftur komin á flatlandið. Fór hann at selja køkar, partabrøv fyri Maxamec ella okkurt annað?

 

Eftir øllum at døma er hann er koppaður yvir í eina heilt aðra grøv. Hann er nevniligani farin at royna seg sum byggimatador. Herfyri var hann á gátt hjá einum byggifrøðingi í Hirtshals og beyð honum at standa á odda fyri eini verkætlan, ið hevur til endamáls at byggja eldraíbúðir í og nærhendis Tórshavn.

 

Orsøkin til at Kári Müller hevur valt at flyta niður aftur til Hirtshals saman við konuni er, at eingin er áhugaðar í at keypa stóru marglætisborg hansara, hóast hon hevur staðið til sølu seinastu tvey-trý árini.