Í gjár andaðist tónleikarin, sjónleikarin, undirhaldarin og fjøllistamaðurin Kári Karbech Mouritsen í Havn, 74 ára gamal.
Øll í Føroyum kennast – um ikki við navnið, so í øllum førum við djúpu røddina hjá Kára Karbech Mouritsen frá sangum hjá Harkaliðnum, Faroe Boys og øðrum tónleikabólkum við.
Kári mundi gerast landskendur longu við útvarpinum síðst í fimmtiárunum, har hann sum blaðungur skipaði fyri barnaútvarpi. Hann og systkinabarnið Palle Mouritsen sungu og lósu upp. Eisini kennast vit við jólasangirnar, sum Kári sum blaðungur sang í útvarpinum saman við systrini Elin Karbech Mouritsen – sangir sum enn ljóma í jólamánaðinum.
Tónleikur fylti nógv í familjuni hjá Kára, og fleiri av systkjunum spældu og sungu saman við honum.
– Kári plagdi at siga, at tað mundi vera tí, at hann var so ófriðarligur í skúlanum, at Axel Tórgarð, sum eisini var útvarpsstjóri, bað teir heldur fara úr skúlanum og oman í útvarpið at brúka talentini, greiðir vinmaður hansara, Rudolf Joensen frá.
Rudolf greiðir víðari frá, at Kári dugdi tíðliga at spæla gittara.
– Hann hevði lært seg nakrar akkordir og dugdi væl at spæla longu sum heilt ungur smádrongur. Tað var ikki so vanligt tá at spæla gittar. Og hann vann sær eisini ein ferðaseðil til Onglands á skótalegu við sínum gittarspæli, greiðir vinmaðurin frá.
Kári var ov ungur at sleppa við á skótajamboree í Onglandi. Hann var skóti, og tá skótarnir manglaðu ein gittarspælara, so vóru boð eftir Kára kortini, greiðir Rudolf Joensen frá.
Kári spældi í fleiri orkestrum, kanska eftirtíðin minnist best Faroe Boys og Harkaliðið. Rudolf greiðir frá, at Kári kom við í The Faroe Boys sum trummusláari. Men tá Milson Zachariasen fór til sjós, so varð hann biðin at spæla bass í staðin og kom soleiðis longur fram á senuna. Hann dugdi sera væl at syngja, og tí bleiv tað eisini hansara lutur.
Vit kenna eitt nú løgini »Hví« og »Tinganes«, sum Kári syngur við síni djúpu rødd.
Kári lærdi prentarayrkið – sum var rættiliga fjølbroytt í gomlum døgum, eins og pápin Carl Karbech Mouritsen í Snikkarastovu, sum lærdi á prenstmiðjuni hjá Sosialinum, tá blaðið kom út á fyrsta sinni í 1927. Greinin, sum Kári fekst við, var at gera kliche'ir. Tað merkir, at gera myndir, skuldu prentast í bókum og bløðum. Hetta fakið lærdi hann á Grafia hjá Frans Restorff í Jekaragøtu í Havn.
Hann fór niður seinni í sekstiárunum og búði har í eini 20 ár, til hann kom aftur til Føroya.
Rudolf greiðir frá, at tá tey einaferð vóru í upptøkuhøli í Keypmannahavn at gera upptøku hjá Harkaliðnum var kendi sangarin John Mogensen har. Hann var so imponeraður av djúpu røddini hjá Kára, at hann spurdi, um hann var tann føroyski Johnny Cash.
Seinastu árini hevur Kári Mouritsen verið heilsuveikur, men hevur tó arbeitt. Og so seint sum síðsta fríggjadag koyrdi hann hýruvogn í Havn. Sunnudagin var hann so veikur, at hann mátti á sjúkrahúsið, har hann andaðist í gjár.
Kári og Jórun áttu tvey børn, Boga og Katrin.









