FC Argir boðar í dag frá, at Kári Nielsen hevur gjørt sáttmála fyri komandi ár. Hann skifti fyri hálvum øðrum ári síðani til AB frá HB. Hann gjørsist skjótt fastur maður á miðvøllinum og har verður hann helst eisini komandi ár.
Les eisini: Hinir 17 spælararnir
Kári Nielsen er tann átjandi í røðini at gera sáttmála fyri komandi kappingarár við AB. Argjamenn hava fyri fyrstu ferð í søguni yvirliva í bestu deildini í trý samanhangandi ár. Hetta hevru givið leiðsluni í FC Argjum møguleika at arbeiða við meiri langtsiktaðum málum.
AB liggur í løtuni á áttanda plássi og hevur tryggjað sær pláss í bestu deildini komandi ár.