Karel Appel er óivað kendasti listamaður, ið hevur sýnt fram í Føroyum. Hann er borin í heim í Amsterdam í 1921og er búsitandi í New York.
Karel Appel var millum teirra, sum í 1948 stovnaði tann kenda Cobra bólkin. Heitið er sett saman av stavunum CO (Copenhagen), BR (Brussel) og A (Amsterdam). Listamenninir vóru Dotremont og Noiret úr Belgia, Asger Jorn úr Danmark og Appel, Constant og Corneille úr Niðurlondum
Í langa listarlívi sínum hevur Appel verið sera virkin. Hann hevur roynt at flutt mørk, sett spurningar við sjálvsagdar siðbundnar og søguligar loysnir.
Hann er millum teir listamenn, ið komu fram undir og eftir seinna veraldarbardaga. Teir vóru hugtiknir av surrealismuni, hennar ideologi og myndamáli. Men hetta var ikki nógmikið. Teir vildu víðari við at betra góðskuna og myndamálið. Allir vóru upptiknir politiskt og settu spurnartekin við borgarligu virðini. Teir vildu skapa "un autre art", aðra list.
Teir vendu sær ofta til list, ið var alternativ, list, ið ikki var løgd undir trýst av tí etableraða innan mentan og estetikk. Hetta var poppulerlist, primitiv list, barnatekninghar og tekningar hjá sálarsjúklingum.
Cobra málararnir skaptu list, ið var stýrd av kenslum. Lyklaorðið var broyting. Málið var at røkka hinumegin etableraðu mentanina fyri at skapa súmbolskar figurar á løriftið fyri tær kenslur, ið menniskju høvdu trongt burtur. Karel Appel tók til sín hetta við barnatekningum og primitivari list og arbeiddi við at lata "handling uttan hugsan" sleppa at taka yvir. Í meira enn fimti ár hevur hann arbeitt við at finna nýggjar leiðir. At bróta niður tað akademiska í listini og lata upp fyri tí spontana.
Verk eftir Karel Appel verða sýnd fram í Listaskálnum í Havn og sýningin byrjar leygardagin, har bæði Appel og niðurlendski sendiharrin í Danmark, J.H.W. Fieldlaars, eru hjástaddir.